Skip to main content
forsida_stor.jpg

Ítróttur og heilsa C - ástøði í verki

Trupulleikar eru við handlinum í løtuni: Tað kann vera at keypið fer ígjøgnum, hóast tit fáa eini boð, sum siga at keypið ikki riggar. Vinarliga kanna um peningurin er farin av kontuni áðrenn tit keypa á nýggjum, um tit fáa hesi boð. Setið tykkum í samband við snar@skulin.fo, um eingin lykil kemur í teldupostinum.

Vørunr.: 9789991828596

frá 1 68,00 DKK Við 0,00% MVG
frá 1 68,00 DKK Við 0,00% MVG
frá 1 100,00 DKK Við 0,00% MVG
frá 1 140,00 DKK Við 0,00% MVG
+ kostnað á sending
  • Delivery by Email

Lýsing

Ítróttur og heilsa C - ástøði í verki er ein grundbók til undirvísing í lærugreinini ítróttur og heilsa á miðnámi. Bókin tekur støði í, at lærugreinin fyrst og fremst er verklig. Kropsligu venjingarnar og spølini eru samantvinnað við ástøðiliga partin. Bókin leggur dent á at geva næmingunum eina breiða fakliga vitan um ítrótt og heilsu og at læra at brúka vitanina í verki. Bókin er í samsvar við krøvini í námsætlanini. Ítróttur og heilsa C - ástøði í verki er týdd og lagað til eftir donsku bókini Idræt C – teori i praksis frá forlagnum Systime.

Í ítróttatímunum á miðnámsskúlanum skulu næmingarnir ikki bara íðka ítrótt. Á miðnámi skulu næmingar læra ítrótt!

Bókin leggur týðiliga upp til, at ítróttur sum lærugrein á miðnámi er nakað annað enn ítróttur, sum vit íðka í frítíðini. Eitt nú við at vit mitt í verkligu undirvísingini stundum bróta av við ástøðiligum spurningum, kjaki og hugleiðingum, sum skulu venja næmingarnar at hugsa seg um og orða seg fakliga. Høvuðsendamálið er at gera ung tilvitað bæði um egnan kropp og “ítróttaprofil” og um teirra møguleikar at halda fram við einum kropsliga virknum lívi eisini eftir miðnámsskúlatíðina.

Ítróttur og heilsa C - ástøði í verki er sett saman í samsvar við fakligu málini í lærugreinini:

  • Ástøði knýtt at rørslu
  • Ástøðilig fatan av høvuðsøkjunum innan ítróttavísindi
  • Ástøði, sum snýr seg um venjing, motiónsvanar, heilsu og lívsstíl

Tað verkliga er høvuðsparturin í obligatoriska ítróttinum, og tí eigur ástøðið at taka støði í tí verkliga.

Bókin er ikki ætlað at lesa úr enda í annan. Partarnir kunnu brúkast, tá ið undirvísingin leggur upp til tað. Eitt nú kann parturin um bóltspæl verða brúktur tíðliga í árinum, tá ið vit hava bóltgrundarlag. Hann kann eisini verða tikin fram aftur seinni, tá ið vit til dømis koma til etikk og fairplay, og parturin um tónleik og rørslu er bæði viðkomandi, tá ið vit gera upphitingarskráir, og tá vit undirvísa í dansi.

Hvør partur hevur fleiri myndir, tekningar, videonám, rásmyndir, faktakassar og talvur. Eisini eru uppgávur til næmingarnar í øllum kapitlunum. Í kapitli 12 er ein serlig venjingarverkætlan, hóast tað hvørki er krav ella tíð til hana á okkara C-stigi. Vit hava valt at hava hana við í útgávuni, tí hon gevur næmingum og lærarum íblástur, hugskot og amboð til venjingarverkætlanina á B-stigi.

Ætlanin við Ítróttur og heilsa C - ástøði í verki er nevniliga eisini at geva næmingunum eitt ástøðiligt grundarlag til ítrótt á B-stigi. Grundbókin er tí sett breitt saman við fleiri evnum. Hetta gevur góðar møguleikar at arbeiða bæði ítøkiliga við eini ávísari ítróttagrein og breiðari við einum tema, umframt at tað gevur næmingum innlit í, hvat teir møguliga kunnu læra meir um á B-stigi.

Frámerki

Duration
3 mðr.
Duration
1 ár
Duration
2 ár

Ummælir0

0.0/5
0 ummælir
0
0
0
0
0
Flokka eftir:
Vendor response
Fleiri ummæli