• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

11 Burðardyggar býir og bygdir

 

 

Helmingurin av heimsins íbúgvum búgva nú í býum. Flytingin úr útjaðaranum til býirnar sær út til at halda fram. Tað hevur við sær stórar avbjóðingar, men eisini nógvar møguleikar. Nógvu stóru býirnir brúka nógv vatni, nógvan mat og annað tilfeingi. Úr brúkinum standast stórir dungar av ruski. Sigast kann eisini, at tá nógv fólk búgva í sama øki, so verður lættari at savna og handfara rusk á rættan hátt.

Tá so nógv fólk miðsavnast í stóru býunum at búgva, eru milliónir sum hvørt ár doyggja av dálkaðari luft. Hinvegin eru møguleikarnir at loysa henda trupulleikan eisini betri, tá fólkatættleikin er so stórur, eitt nú við fleiri og betri flutningsskipanum, sum eru almennar.

Verður vøksturin í býunum ikki rætt handfarin, kann tað føra við sær at vit fáa fátækrabýlingar. Tá fátækradømi verður miðsavnað soleiðis, kann tað elva til brotsverk. Umleið 880 milliónir fólk búgva í fátækrabýlingum, sambært tølum frá 2014. Tó hava útvið tríggir fjórðingar av heimsins londum sett í verk, ella eru um at seta í verk, ætlanir fyri býarmenning. Samstundis er tann parturin av fólki, sum býr í fátækrabýlingum í minking nógvastaðni í heiminum. Í Latínamerika búðu fleiri enn 35% av fólkunum í fátækabýlingum í 1990. Í dag er talið beint undir 20%. Í Eysturasia er talið samstundis minkað næstan niður í eina helvt, úr 46% niður í umleið 27%.

Ellinta heimsmálið snýr seg um, at fátækrabýlingar skulu lyftast og dagførast. Í 2030 skulu øll fólk búgva í tryggum bústaði við neyðugum hentleikum. Flutningskervið skal betrast, soleiðis at øll hava møguleika fyri at koma aftur og fram, uttan at luftin verður dálkað. Eisini skal umhvørvið viðfarast skynsamari, eitt nú við skilagóðari handfaring og endurnýtslu av ruski.

Ímynda tær: Eingin bilur í miðbýnum

Í spanska býnum Pontevedra samtyktu tey í 1999 at hava bilfrían miðbýð. Í býnum, sum er í Galicia og út móti Atlantshavi, búgva um 80.000 fólk. 

Hygg eftir stutta filminum til vinstru, sum er úr spanska býnum Pontevedra. Filmurin varir ein minutt. Afturvið hoyrist  marimbatónleikur. Undir filminum er enskur tekstur við stikkorðum. Skrivið upp tey týdningarmestu stikkorðini, og tosið so í felag um tær broytingar, sum stuttfilmurin nevnir, eftir at miðbýurin bleiv bilfríur.

Varð borgarstjórin valdur aftur?

Kundi tað hugsast, at hetta hendi í Føroyum?

Eru bygdir í Føroyum, har eingir bilar eru?

Ímynda tær, at eingin bilur og eingin ferðsla er í tínum býi, bygd ella oyggj. Hvønn týdning hevði tað havt fyri tín gerandisdag? Hvussu hevði tú komi í skúla og heim aftur? Eru onnur tiltøk, sum tú ert við í, har bilur er neyðugur? Hvussu skuldi tú nátt flogfarið, um eingin bilur ella bussur var? Og hvussu skuldi tú nátt ferjuna, um eingin bilur ella bussur var?

Tá arkitektar og býarplanleggjarar tosa um býin og býarrúm, tosa tey um bleytar og harðar lutir í ferðsluni. Hvat munnu tey meina við? Hvør kom fyrr, fótgangarin ella bilurin? Eigur nakar at víkja fyri hinum?

Far í miðbýin og ger eina meting av, hvussu nógv parkeringspláss eru. Ynskir nakar enn fleiri parkeringspláss? Ynskir nakar færri? Hvat hevði hent við parkeringsplássunum, um eingin bilur var í miðbýnum? Ger uppskot um hvussu tómu parkeringsbásarnir kunnu brúkast, um eingin bilur var.

Hvat siga handilsfólk í handilsgøtum um bilar og parkeringspláss? Spyrji handilsfólk í tínum býi ella bygd, um neyðugt er at sleppa til handils í bili. Ger eina kanning í gongugøtuni, um ein tílík er. Eru fleiri fyri ella ímóti at hava parkeringspláss, har sum handlar eru?

Elbilar eru nýggir á føroyskum vegum. Um vit blunda, hvør er so munurin á elbilum og vanligum bilum, um allir møtast í miðbýnum samstundis og spita upp í senn? Finn eina app á fartelefonini, sum mátar ljóð og larm.

Munnu bilar dálka ta luftina, sum vit anda í okkum? Er munur á bilum og hvussu teir dálka? Er nakað lógarverk, sum elvir til, at vit heldur brúka bilar, sum dálka lítið? Er nakað mark og áramál sett fyri dálking, sum bilar elva til?

Stutti filmurin um spanska býin Pontevedra byggir á grein í bretsku avísini The Guardian https://www.theguardian.com/cities/2018/sep/18/paradise-life-spanish-city-banned-cars-pontevedra?CMP=share_btn_link

Undranarspurningar

Er tað betri at búgva í einum býi sum Tórshavn og Klaksvík, heldur enn í eini lítlari bygd? Grundgev fyri tínum svari.

Í hesum innslagi í Kringvarpinum verður greitt frá trupulleikum í sambandi við burturkast í Leirvík

Hvør er trupulleikin? 
Hevur sami trupulleiki verið fyrr? 
Er nøkur líknandi brennistøð í landinum? 
Kundi ruskinnsavningin og burturbeiningin verið effekivari fyri øll í landinum?

Í 2015 gav Norðurlendska Ráðharraráðið út heftið Leiðin til minni rusk.

Umframt næmingahefti er eisini læraravegleiðing til tilfarið um rusk 

Ein av uppgávunum í heftinum er at kanna matoyðsl. Mælt verður til at flokkurin vitjar ein handil at hoyra um matvørður og nær og hvussu tær verða koyrdar burtur. Sagt verður soleiðis í heftinum um rusk:

Hevur tú givið tær far um, hvussu nógvur matur fer til spillis hvønn dag, tí at matvøruhandilin ikki klárar at selja hann áðrenn seinasta nýtsludag? Kanska hevur tú roynt at velja tær bestu fruktirnar í matvøruhandlinum ella sæð foreldur tíni taka tann pakkan av kjøti, sum kundi halda sær longst, hóast tað bleiv brúkt sama dag.

Saman við floksfeløgunum kanst tú kanna, hvussu nógvur matur verður blakaður burtur í matvøruhandlinum og hví. Er nakar brúnur blettur á fruktini, er farið um seinasta søludag, ella er ein onnur orsøk til, at maturin ikki er seldur?

Vitjið ein matvøruhandil og tosi við tey um matoyðsl. Fyrireikið vitjanina væl og biðji um loyvi at fotografera og taka samrøðuna upp við telefonini.

Eftir vitjanina gera tit framsýning í flokkinum um, hvussu tit fata matoyðsl og hvussu handilin, sum tit vitjaðu, fataði matoyðsl. Hevur handilin onnur atlit at taka, enn tit, tá tit borðreiða heima hjá tykkum sjálvum?

Undirmál

11.1 Fyri 2030 skal øllum verða tryggjað atgongd til skikkaðar og tryggar bústaðir fyri rímiligan kostnað, grundleggjandi tænastur og fátækrabýlingar verða rivnir niður

11.2 Fyri 2030 skal øllum verða tryggjað atgongd til atkomiligar og burðardyggar flutningsskipanir fyri ein rímiligan kostnað, ferðslutrygdin skal bøtast millum annað við at byggja út almennar flutningstænastur við serligum atliti at tørvinum hjá teimum, sum illa eru stødd, kvinnum, børnum, fólkum, ið bera brek, og teimum eldru

11.3 Fyri 2030 skal býarmenning gerast meira inkluderandi og burðardygg, og førleikin at gera samskipandi og burðardyggar bústaðarætlanir og stýringar í øllum londum skal styrkjast

11.4 Átøkini at verja og tryggja heimsins mentanar- og náttúruarv skulu styrkjast

11.5 Fyri 2030 skal talið á deyðum og teimum, ið rak verða, minka stórliga, eisini skal beinleiðis búskaparligur missur í mun til heimstjóðarinntøku, sum stavar frá vanlukku, eisini vanlukkum í sambandi við vatn minka, við tí fyri eyga at verja tey fátæku og fólk, ið eru illa stødd

11.6 Fyri 2030 skal skaðiliga umhvørvisávirkanin frá býum minka, millum annað við at gáa serliga um luftgóðsku, og hvussu kommunur og onnur skipa fyri burturkasti

11.7 Fyri 2030 skal atgongd verða útvegað til trygg, inkluderandi og atkomilig, grøn og almenn pláss um allan heim, serstakliga fyri kvinnur og børn, eldri fólk og fólk, ið bera brek

11.a Stuðla góð búskaparlig, sosial og umhvørvislig sambond millum býir, býarútjaðarar og smápláss við at styrkja lands- og økismenningarætlanir

11.b Fyri 2020 skulu verða nógv fleiri býir og búsetingar, sum taka undir við og seta í verk samskipaðan politikk og ætlanir, sum miða eftir inklusjón, tilfeingiseffektiviteti, mótvirkan og tillagingum til veðurlagsbroytingar. Sum virka fyri styrki at standa ímóti vanlukkum, og sum menna og seta í verk heildarmyndaða vanlukku-váðastýring á øllum stigum í samsvari við Sendai rammusáttmálan um vanlukkuváðaskerjing 2015-2030

11.c Stuðla teimum minst mentu londunum millum annað við fíggjarligari og tøkniligari hjálp at byggja burðardyggar og sterkar bygningar og brúka tilfar, sum fæst á staðnum

Heimsins bestu tíðindi

Heimsins bestu tíðindi hava verið á prenti í Dimmalætting í 2018. 

Hesar greinar umrøða Heimsmál 11:

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018