• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

01 UNDIRVÍSINGARGONGD

Heimsmál: 1 Basa fátækradømi

Málbólkur: Miðdeild

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum

00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur

Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, er kanska nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min - og so kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD - sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.

INNFØRSLA (1-3):  2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN

1. At seta seg inn í evnið

  1. Vís stuttan film um evnið t.d. henda:  FNs bærekraftsmål 1: Utrydde fattigdom ella henda Global Goal 1: No Poverty
    - Næmingarnir lesa: Heimsmál 1: Basa fátækradømi

  2. Uppskot: nýt t.d. Cooperative Learning (CL) hættir, sum “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)

2. Svara spurningum (20 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum Heimsmál 1: Basa fátækradømi í somu raðfylgju sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.

  1. Hvat snýr fyrsta heimsmálið seg um?

  2. Hvussu lýsir Heimsbankin fólk við lægri inntøku enn $1.25 um dagin?

  3. Hvussu nógv fólk vóru ógvusliga fátøk í 1990?

  4. Parturin av teimum ógvusliga fátøku er fallin frá 35% til?

  5. Triðji hvør var ógvusliga fátækur í 1990 og hvat er talið síðani fallið til?

  6. Hvat røkkur eitt tilverugrundarlag upp á 20 ella 30 krónur um dagin ikki til?

  7. Hvat hava øll lond sett sær fyri at minka niður í eina helvt?

  8. At minka um fátækradømi krevur bæði burðardyggan búskaparligan vøkstur og .. ?

  9. Teimum fátækastu tørvar ofta grundleggjandi rættindi og ..?

  10. Hvat má framburðurin byggja á?

 

At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri, m.a. at nýt CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Orðið runt (CL) verða nýttir,

Er tíð til tað, kanst tú royna vitanina við Kahoot - Heimsmál: 1 Basa fátækradømi (15 min)

3. Orðaskifti og kjakspurningr (45 min)

Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpri inn í evnið, sí niðanfyri.

 

Byrja við hugarok (10 min)

  1. Felags hugarok upp á talvuna - ella t.d. Flip-over Stafett (CL)

 

Orðaskifti í bólkum (20 min)

T.d. nýta CL hættir sum: Dupultsirklar (CL) ), Borðið rund (CL). Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr - soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, sum er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum t.d. “persónliga støði”, “lokalt” osfr.
Leita eisini á internetinum eftir svarum.

 

1. Persónliga støði: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu

- Er fátækradømi partur av tínum gerandisdegi??

 

2. Lokalt: grannalagið, vinnulívið, arbeiðspláss, skúli, kommunan

- Er fátækradømi partur av tínum nærumhvørvinum?

- Hvussu kann ógvusligt fátækradømi ávirka, mat, klæðir, bústað, útbúgving

 

3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgtingi

- Hvussu er við fátøkum í Føroyum?

- Hvussu við fátøkum í Føroyum fyrr í tíðini?

- Allýsa ymisk fátækrastøði: finst fátækradømi í Føroyum

 

4. Norðurlond: grannar okkara

- Hvussu er við fátækradømi í Norðurlondum?

- Hvussu kunnu Norðurlond arbeiða við fátækradømi?

 

5. Vesturheimurin (t.d. Vesturevropa og USA)

- Hvussu er við fátækradømi í Vesturheiminum?

- Hvussu kann vesturheimurin arbeiða móti fátækradømi?

 

6. Heimurin:

- Tosa um hvar í heiminum fólk búgva, sum eru ógvusliga fátøk?

- Hvat kunnu lond í heimun gera at basa fátækradømi?

 

7. Samfelagið

- Hvønn týdning kann tað hava fyri samfelag, sum hevur ógvusliga fátøk fólk?

 

8. Umhvørvið

- Hvørja ávirkan kann fátækradømi hava á umhvørvið?

 

9. Búskapur

- Hvørja ávirkan kann fátækradømi hava á búskapin?

 

10. Undirmálini

- Tosa um undirmálini, sí niðast í: Heimsmál 1: Basa fátækradømi.

 

Er tíð til tað, kanst tú royna vitanina við Kahoot - Heimsmál: 1 Basa fátækradømi (15 min)

 

(INNFØRSLA ENDAÐ)

FRAMHALD: (sjálvaldur tíðarkarmur) nøkur uppskot...

Heimsins bestu tíðindi

  1. Les greinar niðast her: Heimsmál 1: Basa fátækradømi (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)

  2. Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmál 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.

  3. Les meira, t.d. : Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen

 

Orðaskifti

Tosa um undirmálini

Tak aftur í aftur evnini og tilgangirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina...

 

Ítøkilig átøk

  1. Set orð á/ger lista yvir tað, sum ein fólk hevur brúk fyri í ein dag, eina viku, mánaða, eitt ár

  2. Hvat ber til at liva fyri uttan?

  3. Kanna hvat fátækradømi ger við eitt fólk? - ella eitt barn, sum veksur upp

  4. Hvat høvdu vit í Føroyum fingið fyri 8 kr. um dagin?

  5. Tosa við Frelsunar Herin, Reyða Kross, Neyðhjálp Fólkakirkjunnar..

 

Undirvísingarmiðlar/ amboð

  1. plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl

 

Arbeiðshættir

  1. Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing...

 

Endurtøka: Gang í gjøgnum øll heimsmálini  (20 min)

  1. Les yvirlitið 17 heimsmálini

  2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 málini
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019