• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

02 UNDIRVÍSINGARGONGD

Heimsmál: 02 mat til øll

Málbólkur: Miðdeild

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum

00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur

Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, er kanska nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min - og so kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD - sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.

INNFØRSLA (1-3):  2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN

1. At seta seg inn í evnið

  1. Vís stuttan film um evnið t.d. henda: FNs bærekraftsmål 2: Utrydde sult ella FN's verdensmål 2
  2. Næmingarnir lesa: 2 Mat til øll:

2. Svara spurningum (20 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum: 2 Mat til øll -  í somu raðfylgju sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.

  1. Hvat snýr annað heimsmálið seg um?
  2. Heimsmál 2 fevnir um tey, ið líða av so ógvusligari hungursneyð, at tey kunnu doyggja í hungri og …?
  3. Hvat er hent síðani 2000 við tí parturin av fólki, ið ikki fáa nóg mikið av mati?
  4. Hvussu nógv fólk fara hvørt kvøld svong í song?
  5. Hvat hevur altjóða samfelagið megnað við at veita hjálp og senda mat?
  6. Hvat kann hungursneyð forða fyri?
  7. Hví mennast børn ikki?
  8. Hvat er tí umráðandi?
  9. Tey ríku londini hava ein týdningarmiklan leiklut. Eitt nú við at skapa javnar kappingarumstøður og…?
  10. Hvat verður stórur partur av tí mati, við framleiða í dag?

At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Borðið runt (CL) verða nýttir,

Er tíð til tað, kanst tú royna vitanina við Kahoot spurningum - Heimsmál: 02 mat til øll (15 min)

3. Orðaskifti og kjakspurningar (45 min)

Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpri inn í evnið, sí niðanfyri.

 

a. Byrja við hugarok (10 min)

 

b. Orðaskifti í bólkum (20 min)

T.d. nýta CL hættir sum: Dupultsirklar (CL) ), Borðið rund (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr - soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, sum er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum t.d. “persónliga støði”, “lokalt” osfr. 

Leita eisini á internetinum eftir svarum.

 

 

Persónliga støði: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu

- Upplivir tú mattrot?

- Er nakað av okkara mati, sum vit kunnu liva fyri uttan?

 

Lokalt: grannalagið, vinnulívið, arbeiðspláss, skúli, kommunan

- Hvussu kunnu vit í nærumhvørvinum gera okkara fyri at fáa frið, rættvísi og sterkar stovnar?

 

Landið: Lógir, landsstýri, Løgtingi

- Hvussu er við mattroti í Føroyum?

- Hvussu við mattroti í Føroyum fyrr í tíðini

 

Norðurlond: grannar okkara

- Hvussu við mattroti í Norðurlondum?

- Hvussu við mattroti í Norðurlondum fyrr í tíðini?

 

Vesturheimurin (t.d. Vesturevropa og USA)

- Hvussu er við mattroti í vesturheiminum?

 

Heimurin 

- Hvørji lond í heiminum stríðast við mattroti?

- Hvussu kunnu lond, sum eru væl fyri, hjálpa londum við mattroti?

  

Samfelagið

- Hvønn týdning kann tað hava fyri samfelagið at trot er á mati?

 

Umhvørvið

- Hvat kann mattrot merkja fyri umhvørvið?  

 

Búskapur

- Hvat kann mattrot merkja fyri búskapin?

 

Undirmálini

- Tosa um undirmálini, sí niðast í : 2 Mat til øll

 

 

 

FRAMHALD: (sjálvaldur tíðarkarmur) nøkur uppskot...

 

Heimsins bestu tíðindi   

  1. Les greinar niðast her:  2 Mat til øll

    • (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)

  2. Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmál 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.
  3. Les meira, t.d. : Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen

 

Orðaskifti

  1. Tosa um undirmálini
  2. Tak aftur í aftur evnini og tilgangirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina...

 

Ítøkilig átøk

  1. Kanna hvat hungur ger við eitt fólk? - ella við eitt barn, sum veksur upp
  2. Set orð á/ger lista yvir tað, sum eitt fólk skal hava av mati í ein dag, eina viku, mánaða, eitt ár


Undirvísingarmiðlar/ amboð

  1. plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl

 

Arbeiðshættir

  1. Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing...

 

Endurtøka: Gang í gjøgnum øll heimsmálini  (20 min)

  1. Les yvirlitið 17 heimsmálini
  2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 málini
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019