• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

03 UNDIRVÍSINGARGONGD

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum

00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur

Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, er kanska nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min - og so kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD - sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.

INNFØRSLA (1-3):  2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN

1. At seta seg inn í evnið

  1. Vís stuttan film um evnið t.d. henda: FNs bærekraftsmål 3: Sikre god helse og fremme livskvalitet for alle ella henda
  2. Næmingarnir lesa: 3 Góð heilsa og vælvera

- Uppskot: nýt t.d. Cooperative Learning (CL) hættir, sum “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)

2. Svara spurningum (20 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum: 3 Góð heilsa og vælvera - í somu raðfylgju sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.

  1. Hvussu skriva Sameindu Tjóðir í formælinum til heimsmálini?
  2. Hvat er higartil tíverri ikki eydnast ST?
  3. Hvat er nógv í tali í dag, samanborið við farnu 20 árini?
  4. Hvat hoyrir til søguna?
  5. Hvat síggja vit, um vit líta enn longur aftur í søguna?
  6. Hvat er kortini ikki rætt at siga?
  7. Hvat hevur stóra týdning?
  8. Hvat snýr sekstanda heimsmálið snýr seg eisini um?
  9. Hvat er samstundis eitt lyklahugtak í heimsmálunum?
  10. Nær verður gjørligt at finna veg úr harðskapinum?

At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL)Borðið runt (CL) verða nýttir,

Er tíð til tað, kanst tú royna vitanina við Kahoot spurning - Heimsmál: 03 Góð heilsa og vælvera (15 min)

3. Orðaskifti og kjakspurningr (45 min)

Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpri inn í evnið, sí niðanfyri.

 

a. Byrja við hugarok (10 min)

  1. Felags hugarok upp á talvuna - ella t.d. Flip-over Stafett (CL)

 

b. Orðaskifti í bólkum (20 min)

T.d. nýta CL hættir sum: Dupultsirklar (CL) ), Borðið rund (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr - soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, sum er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum t.d. “persónliga støði”, “lokalt” osfr.
Leita eisini á internetinum eftir svarum.

 

1.Persónliga støði: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu

- Hvat liggur í orðinum: lívsstílur?

- Er heilsa og vælvera eitt evni hjá skúlanum?

- Hvør hevur ábyrgdina av heilsu og vælveru hjá børnunum

 

2. Lokalt: grannalagið, vinnulívið, arbeiðspláss, skúli, kommunan

- Hvussu kunnu vit gera í nærumhvørvinum fyri at fólk hava góða heilsu og vælveru?


3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgtingi

- Hvussu við heilsustøðu og vælveru í Føroyum

- Hvussu arbeiðir Fólkaheilsuráðið, Sjúkrahúsverkið í Føroyum við heilsu og vælveru?

 

4. Norðurlond: grannar okkara


- Hvussu við heilsustøðu og vælveru í Norðurlondum?

- Hvussu verður arbeitt við heilsu og vælveru í Norðurlondum?

 

5. Vesturheimurin (t.d. Vesturevropa og USA)

- Hvussu við heilsustøðu og vælveru í vesturheiminum?

- Hvussu verður arbeitt við heilsu og vælveru í vesturheiminum?

 

6. Heimurin: 

- Hvussu er heilsustøðan í heiminum dag?

- Hvussu verður arbeitt við heilsu og vælveru í heiminum?

 

7. Samfelagið

- Hvønn týdning hevur góð heilsa og vælvera fyri samfelagið?

 

8. Umhvørvið

- Hvønn týdning hevur góð heilsa og vælvera fyri umhvørvið

 

9. Búskapur

- Hvønn týdning hevur góð heilsa og vælvera fyri búskapin?

 

10. Undirmálini

- Tosa um undirmálini, sí niðast í : 3 Góð heilsa og vælvera

 

Er tíð til tað, kanst tú royna vitanina við Kahoot spurning - Heimsmál: 03 Góð heilsa og vælvera (15 min)


(INNFØRSLA ENDAÐ)

       

     

FRAMHALD: (sjálvaldur tíðarkarmur) nøkur uppskot...

 

Heimsins bestu tíðindi   

  1. Les greinar niðast her: : 3 Góð heilsa og vælvera

    • (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)

  2. Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmál 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.
  3. Les meira, t.d. : Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen

 

Orðaskifti

  1. Tosa um undirmáliniTak aftur í aftur evnini og tilgangirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina...

  

Ítøkilig átøk

  1. Vitja stovnar
  2. ?

 

Undirvísingarmiðlar/ amboð

  1. plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl

 

Arbeiðshættir

  1. Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing...

 

Endurtøka: Gang í gjøgnum øll heimsmálini  (20 min)

  1. Les yvirlitið 17 heimsmálini
  2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 málini

 

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019