• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

04 UNDIRVÍSINGARGONGD

Heimsmál: 04 Góðska í útbúgving

Málbólkur: Miðdeild

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum

00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur

Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, er kanska nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min - og so kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD - sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.

INNFØRSLA (1-3):  2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN

1. At seta seg inn í evnið

  1. Vís stuttan film um evnið t.d. henda: FNs bærekraftsmål 4: God utdanning
  2. Næmingarnir lesa: 04 Heimsmál: Góðska í útbúgving

- Uppskot: nýt t.d. Cooperative Learning (CL) hættir, sum “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)

2. Svara spurningum (20 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum: 04 Heimsmál: Góðska í útbúgving - í somu raðfylgju sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.

  1. Hvat er semja um?
  2. Hvat sigur Jeffrey Sachs, serfrøðingur í burðardyggari menning á Columbia University?
  3. Hvørja raðfesting fekk hetta málið?
  4. Hvat skapar holl útbúgving?
  5. Framvegis eru mong sum..?
  6. Hvat fekk fjórða hvørt barn?
  7. Hvussu er støðan batnað síðani túsundáraskifti?
  8. Hvat metti UNESCO í 2010?
  9. Hvat var talið í 1990?
  10. Hvat kann frálæran vera við til?

At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Borðið runt (CL) verða nýttir,

Er tíð til tað, kanst tú royna vitanina við  Kahoot spurning - Heimsmál: 04 Góðska í útbúgving (15 min)

3. Orðaskifti og kjakspurningr (45 min)

Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpri inn í evnið, sí niðanfyri.

 

a. Byrja við hugarok (10 min)

1. Felags hugarok upp á talvuna - ella t.d. Flip-over Stafett (CL)

 

b. Orðaskifti í bólkum (20 min)

T.d. nýta CL hættir sum: Dupultsirklar (CL) , Borðið rund (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr - soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, sum er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum t.d. “persónliga støði”, “lokalt” osfr.

Leita eisini á internetinum eftir svarum.

 

 

1. Persónliga støði: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu

- Hvussu við góðsku í tínum útbúgvingarmøguleikum?

- Hvussu eru tínir útbúgvingarmøguleikar?

- Hvat kostar tín skúlgongd og útbúgving?

 

2. Lokalt: grannalagið, vinnulívið, arbeiðspláss, skúli, kommunan

- Hvussu eru útbúgvingarmøguleikarnir har í økinum, har tú býrt?

 

3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgtingi

- Hvussu er skúlin í Føroyum?

- Hvussu eru útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum?

- Hvat kostar tað at ganga í skúla í Føroyum?

 

 

4. Norðurlond: grannar okkara

- Hvussu er skúlin í Norðurlondum?

- Hvussu eru útbúgvingarmøguleikarnir í Norðurlondum?

- Hvat kostar tað at ganga í skúla í Norðurlondum?

 

 

5. Vesturheimurin (t.d. Vesturevropa og USA)

- Hvussu er skúlin í vesturheiminum?

- Hvussu eru útbúgvingarmøguleikarnir í vesturheiminum?

- Hvat kostar tað at ganga í skúla í vesturheiminum

 

 

6. Heimurin:

- Hvussu er skúlin í vesturheiminum?

- Hvussu eru útbúgvingarmøguleikarnir í vesturheiminum?

- Hvat kostar tað at ganga í skúla í vesturheiminum- Hvørji lond í heiminum arbeiða fyri friði, rættvísi og sterkum stovnum?

 

 

7. Samfelagið

- Hvønn týdning hevur góðska í útbúgving fyri samfelagið?

 

8. Umhvørvið

- Hvønn týdning hevur góðska í útbúgving fyri umhvørvið?  

 

9. Búskapur

- Hvønn týdning hevur góðska í útbúgving fyri búskapin?

 

10. Undirmálini

- Tosa um undirmálini, sí niðast í :  04 Heimsmál: Góðska í útbúgving

 

 

Er tíð, ber til at royna vitanina við  Kahoot spurning - Heimsmál: 04 Góðska í útbúgving (15 min)



(INNFØRSLA ENDAÐ)

 

FRAMHALD: (sjálvaldur tíðarkarmur) nøkur uppskot...

 

Heimsins bestu tíðindi    

  1. Les greinar niðast her:  04 Heimsmál: Góðska í útbúgving  (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)
  2. Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmál 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.
  3. Les meira, t.d. : Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen

 

Orðaskifti 

  1. Tosa um undirmálini
  2. Tak aftur í aftur evnini og tilgangirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina...

 

Ítøkilig átøk 

  1. Kanna og lýs eitt land, har útbúgvingarmøguleikarnir eru vánaligir
  2. ?

 

Undirvísingarmiðlar/ amboð 

  1. plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl

 

Arbeiðshættir 

  1. Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing...

 

Endurtøka: Gang í gjøgnum øll heimsmálini  (20 min) 

  1. Les yvirlitið 17 heimsmálini 
  2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 málini

 

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019