• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

06 UNDIRVÍSINGARGONGD

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum

00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur

Við tað, at tey 17 heimsmálini hvørt mál sær er sera umfatandi, ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál er nógmikið við INNFØRSLUNI, sum er sett til at taka 2x45 min - og so kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD - sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.

INNFØRSLA (1-4):  2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN

1. At seta seg inn í evnið

  1. Vís stuttan film um evnið t.d. henda Mål 6: Rent vand og sanitet (5 min)
  2. Næmingarnir lesa: Heimsmál 6: Reint vatn og reinføri. (10 min)
  3. Uppskot: nýta Cooperative Learning háttin “leiklutalesing” ella “duettlesing”.

2. Svara spurninguum (30 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum omanfyrí somu raðfylgju sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Royndin er at um spurningarnar verða skrivaðir niður við hond er størri møguleiki fyri, at teir verða skiltir.

  1. Hvat er sætta heimsmálið?
  2. Hvussu nógvir av heimsins íbúgvum atgongd til eina betri vatnkeldu í 2000?
  3. Hvussu nógv hava atgongd til eina betri vatnkeldu nú?
  4. Hvat merkir, at vatnkeldan er betri?
  5. Hvat er vatnið í teimum størru vøtnunum og áunum?
  6. Hvat eru góð tíðindi?
  7. Hvussu nógv fólk hava ikki atgongd til ves?
  8. Í 2000 høvdu 59% av heimsins íbúgvum atgongd til vesi, hvussu nógv hava atgongd nú?
  9. Hvat skulu vit umsita á ein burðardyggan hátt?
  10. Hvussu nógv % av vatninum, sum býir, ídnaður og landbúnaður nýtir, stavar frá skógum og vátlendi?

Royn kanska Kahoot: Heimsmál 6: Reint vatn og reinføri (15 min)

3. Orðaskifti og samanumtøka - kjak (45 min)

Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpri inn í evnið, sí niðanfyri. Enda t.d. við Kahootspurningum.

 

a. Byrja við hugarok (10 min)

  1. Felags hugarok upp á talvuna - ella t.d. Flip-over Stafett (CL)

 

b. Orðaskifti í bólkum (ymiskir CL strukturar) (20 min)
Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr - soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, sum er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum t.d. “persónliga støði”, “lokalt” osfr.


1. Persónliga støði: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu

- Til hvat og nær brúkar tú vatn í gerandisdegnum?

 

2. Lokalt: grannalagið, vinnulívið arbeiðspláss, skúli, kommunan

- Hvussu og hvør tryggjar reint vatn og reinføri?

- Hvussu týdningarmikið er reint vatn o reinføri í gerandisdegnum?

- Hvussu var við reinum vatni og reinføri fyrr í tíðini?

 

3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgtingi

- Hvat hevur reint vatn og reinføri at týða fyri Føroyar?

- Hvønn leiklut hevur landið í hesum?

 

4. Norðurlond: grannar okkara

- Hvussu er við reinum vatni og reinføri  hjá grannum okkara?

 

5. Evropa: heimspartur okkara

- Hvussu er við reinum vatni og reinføri í Evropa?

 

6. Heimurin: Hvussu er við reinum vatni og reinføri úti í heimi

- Kanna eitt land, har vatntrot er

 

7. Samfelagið

- Hvat hevur atgongd til reint vatn  og reinføri at siga fyri samfelagið?

 

8. Umhvørvið

- Hvat hevur reint vatn og reinføri at siga fyri umhvørnvið?

 

9. Búskapur

- hvat hevur  reint vatn og reinføri at siga fyri búskap?

 

10. Undirmálini

- Tosa um undirmálini, sí niðast í : Heimsmál 6: Reint vatn og reinføri.

 

Royn kanska Kahoot: Heimsmál 6: Reint vatn og reinføri (15 min)


(INNFØRSLA ENDAÐ)

 

 

FRAMHALD: (sjálvaldur tíðarkarmur) nøkur uppskot...

Heimsins bestu tíðindi   

  1. Les greinar niðast her: Heimsmál 6: Reint vatn og reinføri. (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri) 
  2. Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmál 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.
  3. Les meira, t.d. : Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen

 

Orðaskifti 

  1. Tosa um undirmálini
  2. Tak aftur í aftur evnini og tilgangirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina...

 

Ítøkilig átøk 

  1. Vitja stovnar
  2. ?

 

Undirvísingarmiðlar/ amboð 

  1. plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl

 

Arbeiðshættir  

  1. Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing...

 

Endurtøka: Gang í gjøgnum øll heimsmálini  (20 min) 

  1. Les yvirlitið 17 heimsmálini 
  2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 málini

 

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019