• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

08 UNDIRVÍSINGARGONGD

Heimsmál 8: Sømulig arbeiði og búskaparligur vøkstur

Málbólkur: Miðdeild

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum

00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur

Við tað, at tey 17 heimsmálini hvørt mál sær er sera umfatandi, ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál er kanska nógmikið við INNFØRSLUNI, sum er sett til at taka 2x45 min - og so kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD - sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.

INNFØRSLA (1-4):  2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN

1. At seta seg inn í evnið

1. Vís stuttan film um evnið t.d. henda Mål 8: Anstændige jobs og økonomisk vækst (5 min)

2. Næmingarnir lesa: Heimsmál: 8 Sømulig arbeiði og búskaparligur vøkstur. Uppskot: nýt Cooperative Learning hættir, sum t.d. “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)

3. Tosa um hvat orðini “sømulig” og “búskaparligur” merkja

2. Svara spurningum (20 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum omanfyri í somu raðfylgju sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.

  1. Hvat er neyðugt, um fleiri hundrað milliónir fólk skulu arbeiða seg upp úr ógvusligum fátækadømi?

  2. Hvat er málið hjá ST í  teimum londunum, har minsta menning hevur verið?

  3. Hvussu var vøksturin í londunum, har minst menning hevur verið í 2017?

  4. Enda setningin “Í nógvum menningarlondum er høvuðsvinnan rávørur…”

  5. Hvat hava nógv av teimum fátøku londunum?

  6. Hvat kann henda um ójavnin veksur?

  7. Hvat setur búskaparligi vøksturin eisini trýst á?

  8. Hvat skulu vit eisini arbeiða fyri at steðga?

  9. Hvat er ein annar týdningarmikil partur av hesum málinum?

  10. Hvat skal í síðsta lagi í 2025 vera steðgað?  

 

At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL) , Orðið runt (CL) verða nýttir,


Er tíð, royn Kahoot Heimsmál 8: Sømulig arbeiði og búskaparligur vøkstur (15 min)

3. Orðaskifti og samanumtøka - kjak (45 min)

Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpri inn í evnið, sí niðanfyri. Enda t.d. við Kahootspurningum.

 

Byrja við hugarok (10 min)

  1. Felags hugarok upp á talvuna - ella t.d. Flip-over Stafett (CL)

 

Orðaskifti í bólkum (20 min)

T.d. nýta CL hættir sum: Dupultsirklar (CL) ), Borðið runt (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr - soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, sum er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum t.d. “persónliga støði”, “lokalt” osfr.

 

1.Persónliga støði: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu

- Hvussu er við arbeiðinum hjá foreldrum tínum - eru arbeiðini sømulig?

- Hava tit búskaparligan vøkstur heima?

 

2. Lokalt: grannalagið, vinnulívið arbeiðspláss, skúli, kommunan

- Hvat slag hava onnur sum tú/tit kenna? eru tey sømilig?

- Er nakað at síggja til búskaparligan vøkstur millum tey, sum tú kennir ella í tínum nærumhvørvi, grannalagi, býi?

 

3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgtingi

- Hava fólk í Føroyum sømilig arbeiði?

- Er búskaparligur vøkstur í Føroyum?

 

4. Norðurlond: grannar okkara

- Hava fólk í Norðurlondum sømilig arbeiði?

- Er búskaparligur vøkstur í Norðurlondum?

 

5. Evropa: heimspartur okkara

- Hava fólk í Evropa sømilig arbeiði?

- Er búskaparligur vøkstur í Evropa?

 

6. Heimurin:

- Hvussu er við sømuligum arbeiði úti í heimi?

- Hvørji lond hava búskaparliga vøkstur, hvørji ikki?

- Kanna eitt land, har fólk ikki hava sømilig arbeiði

- Kanna eitt land,sum hevur búskaparvøkstur

- Kanna eitt land sum ikki hevur búskaparvøkstur

 

7. Samfelagið

- Hvat hava sømulig arbeiði og búskaparligur at siga fyri samfelagið?

 

8. Umhvørvið

- Hvat hava sømulig arbeiði og búskaparligur at siga fyri umhvørnvið?

 

9. Búskapur

- Hvønn týdning hevur búskapur?

 

10. Undirmálini

- Tosa um undirmálini, sí niðast í :Heimsmál 8: Sømulig arbeiði og búskaparligur vøkstur

 

Er tíð, royn Kahoot Heimsmál 8: Sømulig arbeiði og búskaparligur vøkstur (15 min)


(INNFØRSLA ENDAÐ)

 

 

 

FRAMHALD: (sjálvaldur tíðarkarmur) nøkur uppskot...

 

Heimsins bestu tíðindi    

  1. Les greinar niðast her: Heimsmál 8: Sømulig arbeiði og búskaparligur vøkstur(Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)

  2. Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmál 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.

  3. Les meira, t.d. : Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen

 

Orðaskifti 

  1. Tosa um undirmálini

  2. Tak aftur í aftur evnini og tilgangirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina...

 

Ítøkilig átøk 

  1. Vitja stovnar

  2. ?

 

Undirvísingarmiðlar/ amboð 

  1. plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl

 

Arbeiðshættir  

  1. Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing...

 

Endurtøka: Gang í gjøgnum øll heimsmálini  (20 min) 

  1. Les yvirlitið 17 heimsmálini

  2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 málini

 

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019