• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

12 UNDIRVÍSINGARGONGD

Heimsmál 12; Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

Málbólkur: Miðdeild

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum

00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur

Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, er kanska nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min - og so kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD - sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.

INNFØRSLA (1-4):  2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN

2. Svara spurningum (20 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum omanfyri í somu raðfylgju sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.

  1. Hvat noyðast vit, um vit skulu tryggja eina burðardygga framtíð?

  2. Hvat verður hvønn dag burturbeint bara í Bretlandi?

  3. Hvar eru bananirnar vaksnar?

  4. Hvussu lítið skal til at bananirnar verða tveittar burtur?

  5. Hvussu stórur partur av heimsins matvørum enda sum rusk?

  6. Hvat kunnu vit síggja, um vit broyta hugsunarhátt?  

  7. Hvat snýr tólvta heimsmálið seg um?

  8. Hvat framleiða vit umframt matvørur eisini?

  9. Hvat er framleiðslan og flutningurin av vørunum við til?

  10. Hvat skulu vit áðrenn 2020?

At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Orðið runt (CL) verða nýttir

Er tíð, royn Kahoot:  Heimsmál 12; Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla (15 min)

3. Orðaskifti og samanumtøka - kjak (45 min)

file:10429Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpri inn í evnið, sí niðanfyri. Enda t.d. við Kahootspurningum.

 

Byrja við hugarok (10 min)

Felags hugarok upp á talvuna - ella t.d. Flip-over Stafett (CL)

 

    Orðaskifti í bólkum (20 min)

    T.d. nýta CL hættir sum: Dupultsirklar (CL) , Borðið runt (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr - soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, sum er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum t.d. “persónliga støði”, “lokalt” osfr.

     

    1. Persónliga støði: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu

    - Kanna hvussu er við mati heima, nýta tit allan ella?

    - Kennir tú onkran, sum ansar væl eftir at ikki at koyra mat burtur - og hvussu verður gjørt?

    - Hvussu er við klæðum?

    - Húsastødd?

     

     

    2. Lokalt: grannalagið, vinnulívið, arbeiðspláss, skúli, kommunan

    - Eru skipanir í grannalagnum, nærumhvørvinum, sum forða fyri matspilli?

    - Hvussu við skúlum, matstovum og matvøruhandlum?

    - Hvussu við bygningum, verður oyðsla har?

    - Hvussu við t.d. alifyritøkum, byggivinnu og ábyrgdarfullari nýtslu og framleiðslu?

    - verður nóg nógv gjørt fyri at endurnýta tilfar

     

    3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgtingi

    - Hvussu við fyriskipanum í Føroyum, sum forða fyri matspilli?

    - Hvussu er við lógum og ábyrgdarfullari nýtslu og framleiðslu?

    - Er umhvørvið lógliga nóg væl vart?

     

    4. Norðurlond: grannar okkara

    - Hvussu við fyriskipanum í Norðurlondum, sum forða fyri matspilli?

    - Hvussu er við lógum og ábyrgdarfullari nýtslu og framleiðslu?

    - Er umhvørvið lógliga nóg væl vart?

     

    5. Vesturheimurin

    - Hvussu við fyriskipanum, sum forða fyri matspilli?

    - Hvussu er við lógum og ábyrgdarfullari nýtslu og framleiðslu?

    - Er umhvørvið lógliga nóg væl vart?

     

    6. Heimurin: 

    - Hvar í heiminum er mesta oyðsl?

    - Hvussu ávirkar oyðsl og vantandi ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla fátøk lond?

     

    7. Samfelagið

    - Hvat merkir tað fyri samfelagið at hava ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu?

     

    8. Umhvørvið

    - Hvat merkir tað fyri umhvørvið at hava ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu?

     

    9. Búskapur

    - Hvønn týdning hevur tað fyri búskap, at at hava ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu?

     

    10. Undirmálini

    - Tosa um undirmálini, sí niðast í : Heimsmál 12 Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla. 

     

     

    Er tíð, royn Kahoot:  Heimsmál 12; Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla (15 min)

    (INNFØRSLA ENDAÐ)

    FRAMHALD: (sjálvaldur tíðarkarmur) nøkur uppskot...

    Heimsins bestu tíðindi   

    1. Les greinar niðast her: Heimsmál 12 Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla.
    2. (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)
    3. Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmál 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.
    4. Les meira, t.d. : Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen
    5.   

    Orðaskifti

    1. Tosa um undirmálini
    2. Tak aftur í aftur evnini og tilgangirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina...

     

    Ítøkilig átøk

    1. Vitja stovnar
    2. ?


    Undirvísingarmiðlar/ amboð

    1. plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl


    Arbeiðshættir

    1. Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing...

     

    Endurtøka: Gang í gjøgnum øll heimsmálini  (20 min)

    1. Les yvirlitið 17 heimsmálini
    2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 málini
       
      Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019