• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

13 UNDIRVÍSINGARGONGD

Heimsmál: 13 Veðurlagsátøk

Málbólkur: Miðdeild

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum

00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur

Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, er kanska nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min - og so kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD - sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.

INNFØRSLA (1-4):  2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN

1. At seta seg inn í evnið

  1. Vís stuttan film um evnið t.d. henda: Mål 13: Klima-indsats, ella FNs bærekraftsmål 13: Stoppe klimaendringene.

  2. Næmingarnir lesa: Heimsmál: 13 Veðurlagsátøk.

  3. Uppskot: nýt t.d. Cooperative Learning hættir, sum “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)

2. Svara spurningum (20 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum omanfyri í somu raðfylgju sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.Hvat er trettanda heimsmálið um?

  1. Hvat skulu vit verða betri før fyri?

  2. Hvat skulu vit hjálpa menningarlondunum við?

  3. Hvat var veðurlagsavtalan, sum varð gjørd í París í 2015?

  4. Hvat er neyðugt at minka munandi meira um?

  5. Hvat varð mett um Kina, tá samráðst varð um umhvørvið?

  6. Hvat gera kinesarar í dag?

  7. Hvat hava tey boðað frá úr Kina?

  8. Hvat er betri umtókt enn nakrantíð fyrr?

  9. Hvussu nógv er kolanýtslan í Stórabretlandi minkað?

 

At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Orðið runt (CL) verða nýttir

Er tíð, royn Kahoot Heimsmál: 13 Veðurlagsátøk (15 min)

3. Orðaskifti og samanumtøka - kjak (45 min)

Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpri inn í evnið, sí niðanfyri. Enda t.d. við Kahootspurningum.

Byrja við hugarok (10 min)

  1. Felags hugarok upp á talvuna - ella t.d. Flip-over Stafett (CL)

 

Orðaskifti í bólkum (20 min)

T.d. nýta CL hættir sum: Dupultsirklar (CL), Borðið runt (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr - soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, sum er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum t.d. “persónliga støði”, “lokalt” osfr. 
Leita eisini á internetinum eftir svarum.

 

1. Persónliga støði: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu

- Hvat fyri orku nýta tit heima?

- Er hon burðardygg?

- Eru aðrir møguleikar?

 

2. Lokalt: grannalagið, vinnulívið, arbeiðspláss, skúli, kommunan

- Hvaðan kemur orkan, sum skúlin, arbeiðspláss, kommunan nýtir?

- Hvussu verður streymur gjørdur í Føroyum

- Hvørja orku nýta skipini

- Hvat ætlar SEV í framtíðini?

 

3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgtingi

- Hvørjar ætlanir hevur Føroyar sum land viðvíkjandi burðardyggari orku?

- Hvørjir fyrimunir eru við burðardyggari orku, sum verður gjørd í Føroyum?

 

4. Norðurlond: grannar okkara

- Hvussu er við burðardyggari orku í Norðurlondum?

 

5. Vesturheimurin

- Hvat ger vesturheimurin at skifta til burðardygga orku?


6 Heimurin:

- Hvørji lond í heiminum hava mest CO2 útlát

- Hvussu er við burðardyggari orku og menninngarlondum?

- Hvørjar kunnu avleiðingarnar verða av veðurlagsbroytingum?
 

7. Samfelagið

- Hvat merkir tað fyri samfelagið at orkan er burðardygg?

 

8. Umhvørvið

- Hvat merkir tað fyri umhvørvið at orkan er burðardygg?

 

9. Búskapur

- Hvønn týdning hevur tað fyri búskap, at orkan er burðardygg??

 

10. Undirmálini

- Tosa um undirmálini, sí niðast í : Heimsmál: 13 Veðurlagsátøk

 

 

Er tíð, royn Kahoot Heimsmál: 13 Veðurlagsátøk (15 min)


(INNFØRSLA ENDAÐ)

    FRAMHALD: (sjálvaldur tíðarkarmur) nøkur uppskot...

    Heimsins bestu tíðindi   

      1. Les greinar niðast her: Heimsmál: 13 Veðurlagsátøk. (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)

      2. Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmál 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.

      3. Les meira, t.d. : Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen

     

    Orðaskifti

    1. Tosa um undirmálini

    2. Tak aftur í aftur evnini og tilgangirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina...

     

    Ítøkilig átøk

    1. Vitja stovnar
    2. ?

     

    Undirvísingarmiðlar/ amboð

    1. plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl

     

    Arbeiðshættir 

    1. Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing...

     

    Endurtøka: Gang í gjøgnum øll heimsmálini  (20 min)

    1. Les yvirlitið 17 heimsmálini 

    2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 málini
     
    Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019