• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

15 UNDIRVÍSINGARGONGD

Heimsmál: 15 Lívið á landi

Málbólkur: Miðdeild       

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum

00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur

Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, er kanska nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min - og so kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD - sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.

 

INNFØRSLA (1-4):  2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN 

1. At seta seg inn í evnið

  1. Vís stuttan film um evnið t.d. henda: Mål 15: Livet på land ella FNs bærekraftsmål 15: Liv på land

  2. Næmingarnir lesa: 15 Lívið á landi

  3. Uppskot: nýt t.d. Cooperative Learning hættir, sum “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)

2. Svara spurningum (20 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum omanfyri í somu raðfylgju sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.

 

  1. Hvussu nógv av heimsins villu djórasløgum eru útdeyð síðani 1970?

  2. Hvat er eisini undir trýsti?

  3. Hvat eru sjeytiárini eisini?

  4. Hvat varnaðust fólk?

  5. Hvat var millum annað sett á stovn í steytiárunum?

  6. Hvat er arbeiði hjá hesum feløgunum ein tann størsta orsøkin til?

  7. Hvat liva munandi fleiri av í dag enn fyri 20 árum síðani?

  8. Hvat hjálpa vit samstundis, tá ið vit verja stór náttúruøki fyri at bjarga einum djóraslagi?

  9. Hvat er tað týdningarmesta?

  10. Kunnu vit eisini framyvir fella trø og fiska?

 

At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Orðið runt (CL) verða nýttir

 

Er tíð royn Kahoot: Heimsmál: 15 Lívið á landi (15 min)

3. Orðaskifti og samanumtøka - kjak (45 min)

Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpri inn í evnið, sí niðanfyri. Enda t.d. við Kahootspurningum.


Byrja við hugarok (10 min)

1. Felags hugarok upp á talvuna - ella t.d. Flip-over Stafett (CL)

 

Orðaskifti í bólkum (20 min)
T.d. nýta CL hættir sum: Dupultsirklar (CL) ), Borðið runt (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr - soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, sum er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum t.d. “persónliga støði”, “lokalt” osfr.
Leita eisini á internetinum eftir svarum.

1. Persónliga støði: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu

- Hvussu kanst tú gera tín part at tryggja lívi á landi?
 

2. Lokalt: grannalagið, vinnulívið, arbeiðspláss, skúli, kommunan

- Hvussu kunnu vit í nærumhvørvinum tryggja lívi á landi?

- Er nakar møguleiki at gera nakað munagott í nærumhvørvinum?

3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgtingi

- Hvønn týdning hevur tað fyri Føroyar at tryggja lívi í høvunum?

- Eru ætlanir í Føroyum viðvíkjandi at tryggja lívi í høvunum?

- Hvussu kunnu vit tryggja lívi í høvunum?

4. Norðurlond: grannar okkara

- Hvussu kunnu Norðurlond gera nakað við at tryggja lívi í havinum?

 

5. Vesturheimurin


- Hvussu kann Vesturheimurin tryggja lívi í havinum?

 

6. Heimurin:

- Hvørji lond í heiminum dálka havið mest?

- Hvat hevur lív í havinum at tyða fyr menningarlond?

- Hvørjar kunnu avleiðingarnar verða av at umstøðurnar fyri lívi í havinum versna?

 

7. Samfelagið

- Hvat merkir tað fyri føroysk samfelagið at lívið í havinum verður tryggja?


8. Umhvørvið

- Hvat merkir tað fyri umhvørvið at lívið í havinum verður tryggjað?

9. Búskapur

- Hvønn týdning hevur tað fyri búskap, at lívið í havinum verður tryggjað?

10. Undirmálini

- Tosa um undirmálini, sí niðast í: 15 Lívið á landi

 

Er tíð royn Kahoot: Heimsmál: 15 Lívið á landi (15 min)

(INNFØRSLA ENDAÐ)

FRAMHALD: (sjálvaldur tíðarkarmur) nøkur uppskot...

Heimsins bestu tíðindi

  1. Les greinar niðast her:  15 Lívið á landi (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)

  2. Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmál 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.

  3. Les meira, t.d. : Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen

 

Orðaskifti

  1. Tosa um undirmálini

  2. Tak aftur í aftur evnini og tilgangirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina...

 

 Ítøkilig átøk

  1. Vitja stovnar

  2. ?

 

Undirvísingarmiðlar/ amboð

  1. plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl

 

 Arbeiðshættir

  1. Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing...

 

Endurtøka: Gang í gjøgnum øll heimsmálini  (20 min)

  1. Les yvirlitið 17 heimsmálini

  2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 málini
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019