• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

14 UNDIRVÍSINGARGONGD

Heimsmál: 14 Lívið í havinum

Málbólkur: Miðdeild

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum hetta:

00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur

Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, er nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min. So kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD, sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.

INNFØRSLA (1-4):  2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN

1. At seta seg inn í evnið

  1. Vís stuttan film um evnið: Mål 14: Livet i havet ella FNs bærekraftsmål 14: Liv under vann

  2. Næmingarnir lesa: 14 Lívið í havinum

  3. Uppskot: nýt t.d. Cooperative Learning hættir, sum “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)

2. Svara spurningum (20 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum omanfyri í somu røð sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt. 

 

  1. Hvar stavar umleið helvtin av súrevninum í luftini frá?

  2. Hvat veitir havið til áleið tríggjar milliardir fólk?

  3. Hvat er umleið 40% av heimsins høvum ovbyrjað av?

  4. Hvat snýr fjúrtanda heimsmálið seg millum annað um?

  5. Hvat eru eisini ábendingar um, hóast høvini í dag eru undir stórum trýsti?

  6. Hvussu nógv er víddin á vardum havøkjum víkað síðani 1990?

  7. Hvat leggja londini avgjøld á ella banna?

  8. Hvat skrivaðu 57 lond undir í 2016?

  9. Hvat taka djúpu og køldu høvini?

  10. Hvat er heita vatnið við hægri innihaldi av CO2?

 

At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Orðið runt (CL) verða nýttir.

Er tíð, royn so Kahoot: Heimsmál: 14 Lívið í havinum (15 min)

3. Orðaskifti og samanumtøka, kjak (45 min)

Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpri inn í evnið, sí niðanfyri. Enda t.d. við Kahootspurningum.


Byrja við hugaroki (10 min)

1. Felags hugarok upp á talvuna ella Flip-over Stafett (CL)

 

Orðaskifti í bólkum (20 min)
Til ber at nýta CL hættir sum: Dupultsirklar (CL), Borðið runt (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr - soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, sum er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum sum “persónliga støðið”, “lokalt” osfr.
Leita eisini á netinum eftir svarum.


1. Persónliga støði: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu

- Hevur tú nakað beinleiðis samband við lívið í havinum?


2. Lokalt: grannalagið, vinnulív, arbeiðspláss, skúli, kommuna

- Hvussu er sambandið hjá tínum heimstaði við havið og lívið í tí?

- Er nakar møguleiki at gera nakað munagott í nærumhvørvinum?


3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgting

- Hvønn týdning hevur tað fyri Føroyar at tryggja lívið í høvunum?

- Eru ætlanir í Føroyum viðvíkjandi at tryggja lív í høvunum?

- Hvussu kunnu vit tryggja lívið í høvunum?


4. Norðurlond: grannar okkara

- Hvussu kunnu Norðurlond gera nakað við at tryggja lív í høvunum?


5. Vesturheimurin

- Hvussu kann vesturheimurin tryggja lív í høvunum?

 

6. Heimurin:

- Hvørji lond í heiminum dálka havið mest?

- Hvat hevur lív í havinum at týða fyri menningarlond?

- Hvørjar kunnu avleiðingarnar verða av at umstøðurnar fyri lívi í havinum versna?
  

7. Samfelagið

- Hvat merkir tað fyri føroyska samfelagið at lívið í havinum verður tryggjað?


8. Umhvørvið

- Hvat merkir tað fyri umhvørvið, at lívið í havinum verður tryggjað?


9. Búskapur

- Hvønn týdning hevur tað fyri búskapin, at lívið í havinum verður tryggjað?


10. Undirmálini

- Tosa um undirmálini, sí niðast í : 14 Lívið í havinum

 

Er tíð, royn so Kahoot: Heimsmál: 14 Lívið í havinum (15 min)

 

(INNFØRSLA ENDAÐ)

 

FRAMHALD: (sjálvaldur tíðarkarmur) nøkur uppskot...

Heimsins bestu tíðindi   

  1. Les greinar niðast her:  14 Lívið í havinum
  2. (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)
  3. Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmál 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.
  4. Les meira, t.d. : Hele verden i skoleVerdens bedste nyhederVerdenstimen

 

Orðaskifti

  1. Tosa um undirmálini
  2. Tak aftur í evnini og tilgangongdirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina.

 

Ítøkilig átøk

  1. Vitja stovnar


Undirvísingarmiðlar og amboð

  1. plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl

 

Arbeiðshættir

  1. Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing.

 

Endurtøka: Far gjøgnum øll heimsmálini (20 min)

  1. Les yvirlitið um tey 17 heimsmálini
  2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 heimsmálini

 

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019