• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

10 UNDIRVÍSINGARGONGD

Heimsmál 10: Minka um ójavna millum lond

Málbólkur: Miðdeild

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum hetta:

00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur

Við tað, at tey 17 heimsmálini hvørt mál sær eru sera umfatandi, ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál er nógmikið við INNFØRSLUNI, sum er sett til at taka 2x45 min. So kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD, sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.

INNFØRSLA (1-4):  2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN

1. At seta seg inn í evnið

1. Vís stuttan film um evnið 10: Mindre ulikhet i og mellem land (5 min)

2. Næmingarnir lesa: Heimsmál 10: Minka um ójavna. Uppskot: nýt Cooperative Learning hættir, sum t.d. “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)

2. Svara spurningum (20 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum omanfyri í somu røð sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.

  1. Hvat eru nøkur lond?

  2. Hvat eru nøkur heilt fá fólk í ølllum heiminum?

  3. Hvat eru nógv fólk í øllum heiminum?

  4. Hvat er OECD?

  5. Hvat er IMF?

  6. Hvørjum fer minni ójavni at gagna?

  7. Hvat tálmar búskaparligum vøkstri?

  8. Hvat miðar tígginda heimsmálið eftir?

  9. Hvat er eitt av undirmálunum fyri tíggjunda heimsmálið?

  10. Hvat er bróðurparturin av peningastreyminum frá ríka til fátæka partin av heiminum?

At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Borðið runt (CL) verða nýttir - ella royn við Kahoot (15 min)

Royn kanska Kahoot: Heimsmál 10: Minka um ójavna (15 min)

3. Orðaskifti og samanumtøka, kjak (45 min)

Tá ið næmingarnir hava verið ígjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur longur inn í evnið, sí niðanfyri.

 

Byrja við hugaroki (10 min)

  1. Felags hugarok upp á talvuna ella Flip-over Stafett (CL)


Orðaskifti í bólkum (20 min)

Til ber at nýta CL hættir sum: Dupultsirklar (CL) ), Borðið runt (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, ið er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum t.d. “persónliga støðið”, “lokalt” osfr.

 

1. Persónliga støðið: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu

- Hvat kanst tú gera fyri at minka um ójavna millum lond?

 

2. Lokalt: grannalagið, vinnulív, arbeiðspláss, skúli, kommuna

- Hvat ber til í t.d. grannalagnum ella á arbeiðsplássinum at gera fyri, at minka um ójavna millum lond?

 

3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgting

- Hvat kunnu Føroyar gera fyri at minka um ójavna millum lond?

 

4. Norðurlond: grannar okkara

- Hvat kunnu Norðurlond gera, at minka um ójavna millum lond?

 

5. Vesturheimurin (Vesturevropa og USA)

-  Hvat kann vesturheimurin gera fyri at minka um ójavna millum lond?

 

6. Heimurin: 

- Leita fram hvar í heiminum lond hava minni enn onnur lond

- Hvat kann ST gera fyri at minka um ójavna?

 

7. Samfelagið

- Hvat hevur tað at týða fyri okkara samfelag, at ójavni er millum lond?

 

8. Umhvørvið

- Hvat kann ójavni millum lond hava at siga fyri umhvørvið?

 

9. Búskapur

- Hvør er búskarliga avleiðingin av, at ójavni er millum lond?

 

10. Undirmálini

- Tosa um undirmálini, sí niðast í Heimsmál 10: Minka um ójavna.

 

Royn kanska Kahoot: Heimsmál 10: Minka um ójavna (15 min)

(INNFØRSLA ENDAÐ)

FRAMHALD: sjálvaldur tíðarkarmur og nøkur uppskot

 

Heimsins bestu tíðindi   

  1. Les greinar niðast her: Heimsmál 10: Minka um ójavna. (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)

  2. Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmáli 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.

  3. Les meira, t.d. : Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen

 

Orðaskifti

  1. Tosa um undirmálini

  2. Tak aftur í evnini og tilgongdirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina.

 

Ítøkilig átøk

  1. Vitja stovnar

 

Undirvísingarmiðlar og amboð

  1. plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl

 

Arbeiðshættir

  1. Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing.

 

Endurtøka: Far gjøgnum øll heimsmálini (20 min)

  1. Les yvirlitið um tey 17 heimsmálini

  2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 heimsmálini

Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini


Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019