• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

17 UNDIRVÍSINGARGONGD

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum

Heimsmál: 17 Samstørv um heimsmálini

Málbólkur: Miðdeild

Hvørt av teimum 17 heimsmálunum er sera umfatandi og tí ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál, er kanska nóg mikið við INNFØRSLUNI, sum er mett til at taka 2x45 min - og so kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD - sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.

00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur

INNFØRSLA (1-3):  2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN

1. At seta seg inn í evnið

  1. Vís stuttan film um evnið t.d. henda: FNs bærekraftsmål 17: Samarbeid for å nå målene

  2. Næmingarnir lesa: 17 Samstørv um heimsmálini

  3. Uppskot: nýt t.d. Cooperative Learning hættir, sum “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)

2. Svara spurningum (20 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum omanfyri í somu raðfylgju sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.

  1. Hvat snýr seytjanda heimsmálið um?

  2. Hvat skulu samgongur, fyritøkur, feløg og vanliga fólkið seta sær fyri?

  3. Hvat snýr tað seg harafturat seg eisini um?

  4. Hvat er svarið?

  5. Hvat skal tann ríkari parturin av heiminum virða?

  6. Hvat skulu tey (menningarlondini) tó ikki einans?

  7. Hvat er ein partur av grundarlagnum fyri at menningarlondini sjálvi kunnu fíggja størri part av teirra menning?

  8. Hvussu kunnu vit røkka hesum?

  9. Hvat er fortreytin hesum?

  10. Hvat hendir, tá ið vit savna inn fleiri hagtøl?

 

At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Orðið runt (CL) verða nýttir

Er tíð, royn Kahoot Heimsmál: 17 Samstørv um heimsmálini (15 min)

3. Orðaskifti og samanumtøka - kjak (45 min)

Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpri inn í evnið, sí niðanfyri. Enda t.d. við Kahootspurningum.

 

Byrja við hugarok (10 min)

  1. Felags hugarok upp á talvuna - ella t.d. Flip-over Stafett (CL)

 

Orðaskifti í bólkum (20 min)

T.d. nýta CL hættir sum: Dupultsirklar (CL) , Borðið rund (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr - soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, sum er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum t.d. “persónliga støði”, “lokalt” osfr.
Leita eisini á internetinum eftir svarum.
 

1. Persónliga støði: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu
- Hvussu kanst tú gera títt fyri samstarvinum um heimsmálunum?

2. Lokalt: grannalagið, vinnulívið, arbeiðspláss, skúli, kommunan
- Hvussu kunnu vit saman við øðrum gera nakað fyri at samstarva um heimsmálini?

3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgtingi
- Hvat kann Føroyar gera fyri samstarvinum um heimsmálini?

4. Norðurlond: grannar okkara
- Hvussu kunnu Norðurlond betra um samstarvið um heimsmálini?

5. Vesturheimurin
- Hvussu kann vesturheimurin betra um samstarvið um heimsmálini?

6. Heimurin:
- Hvørji lond í heiminum kunnu gera størst mun fyri at betra um samstarvið um heimsmálini?
- Hvat kunnu lond gera fyri at betra um samstarvið um heimsmálini?
 
7. Samfelagið
- Hvat merkir samstarv um heimsmálini fyri samfelagið?

8. Umhvørvið
- Hvat merkir samstarv um heimsmálini fyri umhvørvið?

9. Búskapur
- Hvat merkir samstarv um heimsmálini fyri búskapin?

10. Undirmálini
- Tosa um undirmálini, sí niðast í:  17 Samstørv um heimsmálini

 

 

Er tíð, royn Kahoot Heimsmál: 17 Samstørv um heimsmálini (15 min)

 

(INNFØRSLA ENDAÐ)

FRAMHALD: (sjálvaldur tíðarkarmur) nøkur uppskot...

Heimsins bestu tíðindi

  1. Les greinar niðast her:   17 Samstørv um heimsmálini (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)

  2. Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmál 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.

  3. Les meira, t.d. : Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder,  Verdenstimen

 

Orðaskifti

  1. Tosa um undirmálini

  2. Tak aftur í aftur evnini og tilgangirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina...

 

Ítøkilig átøk

  1. ?

 

Undirvísingarmiðlar/ amboð

  1. plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl

 

Arbeiðshættir

  1. Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing…

 

Endurtøka: Gang í gjøgnum øll heimsmálini  (20 min)

  1. Les yvirlitið 17 heimsmálini

  2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 málini

 

 

Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini


Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019