• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

09 UNDIRVÍSINGARGONGD

Heimsmál 9: Vinna, nýskapan og undirstøðukervi

Málbólkur: Miðdeild

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum hetta:

00 Undirvísingargongd: Um tey 17 heimsmálini - Inngangur

Við tað, at tey 17 heimsmálini hvørt mál sær er sera umfatandi, ber sjálvsagt ikki til at fara í djúpdina í øllum í einum skúlaári. Undirvísingongdirnar eru tí bygdar upp við einari INNFØRSLU og einum FRAMHALDI. Um ætlanin er at næmingarnir bara skulu fáa eitt hampiligt innlit í eitt mál er nógmikið við INNFØRSLUNI, sum er sett til at taka 2x45 min. So kann verða farið víðari til næsta mál. Um valt verður at fara meira í dýpdina, kann verða farið til FRAMHALD, sum er eitt savn við nøkrum uppskotum.

INNFØRSLA (1-4):  2 UNDIRVÍSINGARTÍMAR Á 45 MIN

1. At seta seg inn í evnið

1. Vís stuttan film um evnið: Mål 9: Industri, innovation og infrastruktur (5 min)

2. Næmingarnir lesa: Heimsmál 9: Vinna, nýskapan og undirstøðukervi. Uppskot: nýt Cooperative Learning hættir, sum t.d. “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)

3. Tosa um, hvat orðini “vinna” “nýskapan” og “undirstøðukervi” merkja. Royna at googla orðini, sí td. úrslit av at googla “undirstøðukervi”

2. Svara spurningum (20 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum omanfyri í somu røð sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.

  1. Hvat snýr níggjunda heimsmálið seg um?

  2. Hvat skulu vit hava, so vit kunnu keypa og selja úr øllum londum í heiminum?

  3. Hvat skulu virki og fyritøkur?

  4. Hvussu skulu vit gagnnýta heimsins tilfeingi?

  5. Hvat skulu menningarlond verða?

  6. Hvat er eitt av týdningarmestu undirmálunum?

  7. Hvat skal ídnaðurin vera, serliga í mun til landbúnað og námsvinnu?

  8. Hvat er internetið í dag?

  9. Hvussu nógvir av heimsins íbúgvum liva nú í økjum, sum hava tráðleyst telefonsamband?

  10. Hvat miðar níggjunda heimsmálið ímóti?

At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL) , Orðið runt (CL) verða nýttir.


Er tíð royn, so Kahoot - Heimsmál 9: Vinna, nýskapan og undirstøðukervir (15 min)

 

 

3. Orðaskifti og samanumtøka, kjak (45 min)

Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming um, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur longur inn í evnið, sí niðanfyri. 

 

Byrja við hugaroki (10 min)

  1. Felags hugarok upp á talvuna ella Flip-over Stafett (CL)

 

Orðaskifti í bólkum (20 min)

Til ber at nýta CL hættir sum: Dupultsirklar (CL), Borðið runt (CL), Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, ið er sett av. Spurningarnir eru settir út frá ymiskum sjónarhornum sum “persónliga støðið”, “lokalt” osfr. 

  

1. Persónliga støðið: týdningurin fyri teg og tíni nærmastu

- Nevn dømi um ting heima, sum eru undirstøðukervið

- Hvussu er við fartelefonum heima hjá tykkum?

- Hvussu er við ferðamøguleikum hjá tykkum

 

2. Lokalt: grannalagið, vinnulív, arbeiðspláss, skúli, kommuna

- Hvussu er við undirstøðukervinum …

- Er lætt at koma til og frá tiltøkum, arbeiðsplássum o.s.fr.?

- Leita eftir dømum um vánaligt undirstøðukervi

- Leita eftir dømum um gott undirstøðukervi

 

3. Landið: Lógir, landsstýri, Løgting

- Tosa um ymisk sløg av undirstøðukervi í Føroyum: vegir, ferjur, telefon, streymveiting, 

- Hvussu var undirstøðukervið í Føroyum fyrr í tíðini? Hvussu var við boðgeving?

- Hvar í Føroyum spruttu fyrstu vinnulívsdeplarnir?

 

4. Norðurlond: grannar okkara

- Hvussu er við undirstøðukervinum í Norðurlondum?

- Hvørjar vinnur eyðkenna Norðurlond?

- Er nýskapan í Norðurlondum?

 

5. Vesturheimurin (Vesturevropa og USA)

-  Hvussu er við undirstøðukervinum í vesturheiminum?

-  Hvørjar vinnur eyðkenna vesturheimin?

- Er nýskapan í vesturheiminum?

 

6. Heimurin: 

- Hvar í heiminum er gott undirstøðukervi?

- Hvar í heimum er vánaligt undirstøðukervi?

- Er nakað stað í heiminum serliga kent fyri nýskapan?

 

7. Samfelagið

- Hvat hevur burðardygg orka at siga fyri samfelagið?

 

8. Umhvørvið

- Hvat hava vinna, nýskapan og undirstøðukervi at siga fyri umhvørvið?

 

9. Búskapur

- Hvønn týdning hava vinna, nýskapan og undirstøðukervi fyri búskap?

 

10. Undirmálini

- Tosa um undirmálini, sí niðast í Heimsmál 9 Vinna, nýskapan og undirstøðukervi

 

Er tíð, royn so Kahoot - Heimsmál 9: Vinna, nýskapan og undirstøðukervir (15 min)


(INNFØRSLA ENDAÐ)

FRAMHALD: sjálvaldur tíðarkarmur við nøkrum uppskotum

 

 

 

Heimsins bestu tíðindi   

  1. Les greinar niðast her: Heimsmál 9 Vinna, nýskapan og undirstøðukervi (Ger t.d. spurningar, sí 2 omanfyri)

  2. Hvørji onnur heimsmál verða ávirkað av Heimsmáli 11 - sí uppskot í “Heimsins bestu tíðindum”.

  3. Les meira, t.d. : Hele verden i skole, Verdens bedste nyheder, Verdenstimen

 

Orðaskifti

  1. Tosa um undirmálini

  2. Tak aftur í evnini og tilgongdirnar í 3 í INNFØRSLUNI og far í dýpdina.

 

Ítøkilig átøk

  1. Vitja stovnar

 

Undirvísingarmiðlar og amboð

  1. plakatir, blaðframleiðsla, faldari, uppslag, framløga, filmur, útvarpssending, sjónvarpssending, skriva stíl

 

Arbeiðshættir

  1. Bólkaarbeiði t.d. Cooperative Learning strukturar. Pultsundirvísing.

 

Endurtøka: Far gjøgnum øll heimsmálini  (20 min)

  1. Les yvirlitið um tey 17 heimsmálini

  2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 heimsmálini

Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini


Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019