• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Inngangur

Málbólkur: Miðdeild

Áðrenn farið verður í holt við tey einstøku heimsmálini, er tað ein fyrimunur at hava verið í gjøgnum inngangin, har greitt verður frá um heimsmálini og hví og hvussu tey vórðu samtykt.

1 UNDIRVÍSINGARTÍMI Á 45 MIN

1. At seta seg inn í evnið

  1. Vís stuttan film um evnið t.d. henda: Heimsmál hjá ST  (6 min) ella henda  Gør verdensmålene til virkelighed - Verdenstimen.dk

  2. Næmingarnir lesa: Heimsmálini - Inngangur

  3. Uppskot: nýt t.d. Cooperative Learning hættir, sum “leiklutalesing” (CL) ella “duettlesing” (CL). (10 min)

2. Svara spurningum (20 min)

Spurningarnir niðanfyri 1-10 eru gjørdir soleiðis, at svarið finst í tekstinum omanfyri í somu raðfylgju sum spurningarnir. Næmingarnir svara spurningunum skrivliga. Um næmingarnir eisini skriva spurningarnar niður, er størri møguleiki fyri, at spurningarnir verða skiltir. Næmingarnir kunnu arbeiða saman t.d. tveir og tveir at finna svarini og tosa saman um tey. Men hvør næmingur skal skriva alt.

  1. Nær gjørdust vit 1 milliard fólk í heiminum?

  2. Hvat var fólkatalið í heiminum í 2017?

  3. Hvat hevur tað við sær, at vit eru vorðin so nógv fólk?

  4. Hvat samtyktu ST limalondini í 2000?

  5. Hvat førdu Túsundára Menningar Málini m.a.til?

  6. Hvat gerst við tíðini alt meira týðiligt?

  7. Hvat fingu børn og ung møguleika til?

  8. Nær vóru tey 17 heimsmálini fyri burðardygga menning alment samtykt?

  9. Hvørji eru framtíðarútlitini?

  10. Hvat skulu øll ST lond binda seg til?

At svara spurningum skrivliga er sjálvandi bara ein møguleiki av fleiri. Sum variatión kunnu CL strukturar, sum Dupultsirklar (CL), Orðið runt (CL) verða nýttir,

Er tíð til tað, kanst tú royna vitanina við Kahoot spurningum (15 min)

3. Orðaskifti og kjakspurningar (45 min)

Tá ið næmingarnir hava verið í gjøgnum 1 og 2 og hava fingið eina hóming av, hvat heimsmálið snýr seg um, ber til at fara fara eitt sindur djúpari inn í evnið, sí niðanfyri.

 

Byrja við hugaroki (10 min)

1. Felags hugarok upp á talvuna, ella Flip-over Stafett (CL)

 

Orðaskifti í bólkum (20 min)

Til ber at nýta CL hættir sum Dupultsirklar (CL) , Borðið runt (CL). Uppskot um spurningar at viðgera í bólkunum at velja burtur úr soleiðis, sum tað passar í mun til tíðina, ið er sett av. 

1. Hvussu hevur fólkavøksturin verið seinastu 200 árini - leita á netinum

2. Tosa um upprunan og týdningin hjá ST

3. Arbeið við hugtøkum, sum eru nýtt í tekstinum, sí “Orð og hugtøk”

4. Hvønn leiklut hava Føroyar í mun til ST, hava vit skyldur og uppgávur?

5. Spyr spurningar, sum fáa næmingarnar at grunda yvir, t.d.: Hvørjir eru størstu trupulleikar í nærumhvørvinum?

 

Gjøgnumgongd og prát um tey 17 heimsmálini (45 min)

1. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 málini.

4. Far ígjøgnum tey 17 heimsmálini (20 min)

  1. Les yvirlitið um tey 17 heimsmálini

  2. Kanna vitanina við Kahootspurningum um tey 17 málini

Les meir um heimsmálini á hesum leinkjum:

Undirvísingargongdir til einstøku heimsmálini


Ein undirvísingargongd er gjørd til hvørt heimsmál. Trýst á ímyndinar fyri at síggja undirvísingargongdinar til ávísu heimsmálini.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019