Skip to main content

 

 
Ávegismál eftir 2. floksstig

Næmingurin dugir

  1. at greiða frá øðrum lívsáskoðanum og siðum
  2. at samtala um tolsemi og virðing millum menniskju. 
 
Ávegismál eftir 4. floksstig

Næmingurin dugir

  1. at greiða frá øðrum lívsáskoðanum og siðum
  2. at fata og virða menniskju við øðrum átrúnaðarligum hugsanum. 
 
Ávegismál eftir 6. floksstig

Næmingurin dugir

  1. at viðgera og greiða frá heimsátrúnaði og øðrum átrúnaðarligum siðum við tolsemi og virðing
  2. at greiða frá og lýsa átrúnaðarligar rørslur, felagsskapir og lívsfatanir í heiminum við tolsemi og virðing í einum fjølbroyttum og fólkaræðisligum samfelagi. 
 
 
 
Faklig førleikamál eftir 9. floksstig

Næmingurin dugir

  1. at greiða frá, lýsa og greina heimsátrúnað
  2. at greiða frá, lýsa og greina átrúnaðarligar rørslur, felagsskapir og lívsfatanir í heiminum við tolsemi og virðing í einum fjølbroyttum og fólkaræðisligum samfelagi.