Stílurin hjá Charlotte
Amerikanska kongressin, sum varð stovnað í 1789, er býtt í tvey kømur ella “hús”
1. Senatið
Her hevur hvør statur tvey umboð (senatorar), sama hvussu lítil ella stórur, staturin er.
2. Umboðsmannatingið (House of Representatives)
Her eru statirnir umboðaðir alt eftir, hvussu nógvar íbúgvar teir hava.
Kongressin virkar eins og Føroya Løgting, t.e., hon hevur lóggevandi vald. Stjórnin hevur síðan útinnandi vald, og dómstólurin hevur dømandi vald.
Myndin vísir Capitol Hill í høvuðsstaðnum Washington D.C., har amerikanska kongressin hevur sítt sæti.