Heimstaðarlæra
Snarvegir
Útgávur
Grønland, Føroyar og Ísland
Vit í NorðurlondumÁ heftinum um hesi trý londini í Útnorðri eru viðkomandi upplýsingar og nógvar tekningar og myndir av stórslignu náttúruni, vinnulívinum, mentanarlívinum og gerandisdegnum í hesum oyggjum í Atlantshavi. 5 sjónbond um londini eru til láns í Námi.
Bóka- og…
Havið. Hvat gat eg sagt...
Hvat gat eg sagt...Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley givið 3 bøkur út við felags heitinum : Hvat gat eg sagt... Hetta eru bøkur, sum við føgrum myndum og greiðum tekstum lýsa nakrar av mongu loynidómunum í náttúruni. Køn fakfólk hava ráðgivið enska…
Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar.
Um Evropa verður farið til hinar heimspartarnar og heilt út í sólskipan okkara. Aftast eru navnaskráir,…
Heimurin
VeggjakortVeggjastødd 160 x 120 cm. Lutfall 1 : 25 mió.
Kortið er umhvørviskort við nýggjastu landamørkum og dagføringum annars. Harumframt er havbotnsrelieff við. 195 av heimsins fløggum eru prentað niðast á kortinum.
Kortið verður selt ómonterað frá Bókamiðsøluni, tel. 31 37 56.…
Heimurin
MyndatalvaHeimurin er heimskort við nøvnum á londum, høvuðsstøðum og øðrum stórbýum. Heimsins høv eru nevnd, og harafturat kunnu vit fylgja tíðarlinjuni um allan heimin.
Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar…
Keldan
Heimstaðarlæra 1. skúlaárBókin er ætlað heimstaðarlæru á byrjanarstigi. Nógv av tilfarinum kann viðgerast sum prát millum lærara og næmingar. Hugsanin er, at hvør blaðsíða skal birta upp undir samtalu. Aftaná kann so hvør næmingur tekna, skriva ella klippa út.
Jørðin
Hvat gat eg sagt...Jørðin, ið Jens Petur Gaard týddi, sigur við hugtakandi myndum og greiðum teksti frá stórfingna heimstaði okkara – Jørðini. Her kann lesarin uppliva vanlukkur og vakurleika, alt frá oyðandi gosfjøllum til leikandi fossar.
Í samprenti við enska forlagið Dorling…
Myndaspæl
SpælEitt spæl við djórum og øðrum úr kenda umhvørvi barnsins. Í hesum spæli er dentur lagdur á at læra nøvn á djórum og øðrum í náttúruni. Umframt at læra at kenna djór og annað, so lærir barnið eisini orðamyndina. Spælið hóskar væl sum stuðul undir lesivenjing…
Norðurlond
VeggjakortVeggjastødd 160 x 120 cm. Lutfall 1 : 2 mió.
Kortið er umhvørviskort. Harumframt er havbotnsrelieff við. Føroyska sjómarkið við føroysku fiskigrunnunum er við, umframt grunnar aðrastaðni.Tey 8 norðurlendsku fløggini eru prentað niðast á kortinum.
Kortið verður selt…
Oyrað
MyndatalvaMyndatalva av Oyranum við stuttari kunnandi frágreiðing og føroyskum heitum.
Sjey myndatalvur í røðini eru komnar út. Tær eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.
Sólskipanin
MyndatalvaSólskipanin greiðir frá gongustjørnunum í okkara sólskipan og ferð teirra kring sólina.
Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.
Súgdýr
Hvat gat eg sagt...Súgdýr, ið Harry Davidsen hevur týtt, hevur m.a. frásagnir um apur, hvalir, kópar, bjarnir og kamelar. Dentur verður lagdur á at lýsa teir ótrúligu eginleikarnar, sum mong súgdýr hava.
Í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley eru 4 aðrar bøkur komnar út við…
Sodningarleiðin
MyndatalvaMyndatalvan lýsir sodningarleiðina við stuttari kunnandi frágreiðing og við føroyskum heitum.
Sjey talvur eru komnar út í røðini. Tær eru 52 x 76 cm til støddar. Tær eru plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og…
Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá egginum, og hvat ið hendir innan í tí, frá tí at tað er vorpið, og til ungi kemur úr. Bókin hóskar væl til evnislesnað.
Vatnið
Heimstaðarlæra 3. skúlaárBókin er tann triðja í røðini, og er, eins og Keldan og Áin, ætlað greinini heimstaðarlæru á byrjanarstigi. Tilfarið í bókini er ætlað at birta upp undir samtalu millum lærara og næming. Uppgávurnar eru soleiðis, at flestallir næmingar skuldu kunnað loyst tær, men ein treyt…
Tekn til børn er ætlað børnum, foreldrum og pedagogum og øllum teimum, sum tørvar eina bók við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu hava samskifti við fólk, ið eru tunghoyrd ella eru deyv. Men bókina kunnu eisini tey nýta, sum hvønn dag arbeiða saman við fólki, ið…