Skip to main content

Útgávuheimar

Skúli og undirvísing

Námsætlan

Fakligt tilfar

Útgávur

Eiturkoppur - Næmingabók
Eiturkoppur - Næmingabók

Næmingabókin er eins og undanfarnu bøkur í heimstaðarlærurøðini, Grindalokkur til 1. og Høgguslokkur til 2. flokk, uttan orð, men við nógvum myndum og tekningum. Lagt verður upp til, at næmingarnir…

Eiturkoppur - Arbeiðsbók
Eiturkoppur - Arbeiðsbók

Arbeiðsbókin til Eitukoppin hevur fleiri uppgávur enn arbeiðsbøkurnar til Grindalokkin, 1. flokkur og Høgguslokkin, 2, flokkur. Men færri evnir. Uppgávurnar eru eisini torførari, og lagt verður upp…

Eiturkoppur - Lærarabók
Eiturkoppur - Lærarabók

Í lærarabókini til Eiturkoppin eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við hvørjari einstakari opnu. Í lærarabókini verður víst á, hvat til ber at práta um bæði í bólki og í flokkinum. Lærarabókin…

Heystsuita
Heystsuita

(Bókadeild Føroya Lærarafelags) Forkunnug og sera snotulig fotobók. Heystsuita er ein bók við fotomyndum um slakt í Føroyum, frá rakstri til rullupylsu. Hetta er fyrst og fremst ein søga í myndum…

Høgguslokkur - Arbeiðsbók
Høgguslokkur - Arbeiðsbók

Arbeiðsbók til Høgguslokkin. Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Til hvørja opnu í næmingabókini eru í arbeiðsbókini síður, sum næmingurin kann arbeiða við. Hvør opna í…

Høgguslokkur - Lærarabók
Høgguslokkur - Lærarabók

Lærarabókin vísir á, hvussu næmingarnir kunnu arbeiða við arbeiðsbókini, og víst verður eisini til ymsar aktivitetir. Í lærarabókini eru eisini ymisk fakta um tey ymsu evnini, sum verða viðgjørd í…

Høgguslokkur - Næmingabók
Høgguslokkur - Næmingabók

Næmingabókin er bók, sum við tekningum og fotomyndum og við ongum orðum viðger 30 ymisk evni á 30 opnum.

Viðgjørdu evnini eru: Heima hjá mær, Hvar eru vit?, Spæl, Í ferðsluni, Tíðin,…

Teknmál
Teknmál

Fløgan er ætlað foreldrum, børnum, lærarum og pedagogum, teimum sum tørvar eina fløgu við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu samskifta við fólk, ið eru tunghoyrd ella deyv. Men fløguna kunnu…

Køkin

Komið og kannið
Køkin
Køkin

Henda bókin er um køkin. Hon er ætla at brúka í triðja flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit køkin og tey amboð, har eru. Vit læra okkum at lesa eina uppskrift og at gera mat. Vit kanna…

Bilin

Komið og kannið
Bilin
Bilin

Henda bókin er um bilin. Hon er ætla at brúka í øðrum flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit bilar, sum koyra og brúka orku. Vit kanna rørslu, mótstøðu og onnur fyribrigdi, sum knýta seg at…

Kroppin

Komið og kannið
Kroppin
Kroppin

Kroppin Henda bókin er um kroppin. Hon er ætla at brúka í fyrsta flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit beinagrindina og hvussu kroppurin hjá okkum starvast. Vit kanna eisini hvussu vit verða…

Grindalokkur - Arbeiðsbók
Grindalokkur - Arbeiðsbók

Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingarnir lýsa veðrið júst hendan dagin. Teir skulu t.d. lita hitastigini í hitamátaranum…

Grindalokkur - Lærarabók
Grindalokkur - Lærarabók

Í lærarabókini sær lærarin, hvussu leingi ætlanin er at arbeiða við hvørjum evni. Víst verður á, hvussu til ber at arbeiða við bordanum, og upplýsingar um ymiskt í bordanum síggjast í…

Grindalokkur - Næmingabók
Grindalokkur - Næmingabók

Næmingabókin er bók við myndum uttan tekst. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan út frá tí teir síggja á myndunum, vita frammanundan og fáa at vita frá læraranum og øðrum…

Súgdýr

Hvat gat eg sagt...
Súgdýr
Súgdýr

Súgdýr, ið Harry Davidsen hevur týtt, hevur m.a. frásagnir um apur, hvalir, kópar, bjarnir og kamelar. Dentur verður lagdur á at lýsa teir ótrúligu eginleikarnar, sum mong súgdýr hava.

Í…

Oyrað

Myndatalva
Oyrað
Oyrað

Myndatalva av Oyranum við stuttari kunnandi frágreiðing og føroyskum heitum.

Sjey myndatalvur í røðini eru komnar út. Tær eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur,…

Sodningarleiðin
Sodningarleiðin

Myndatalvan lýsir sodningarleiðina við stuttari kunnandi frágreiðing og við føroyskum heitum.

Sjey talvur eru komnar út í røðini. Tær eru 52 x 76 cm til støddar. Tær eru plastaðar og tí…

Sólskipanin

Myndatalva
Sólskipanin
Sólskipanin

Sólskipanin greiðir frá gongustjørnunum í okkara sólskipan og ferð teirra kring sólina.

Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða…

Norðurlond

Veggjakort
Norðurlond
Norðurlond

Veggjastødd 160 x 120 cm. Lutfall 1 : 2 mió.

Kortið er umhvørviskort. Harumframt er havbotnsrelieff við. Føroyska sjómarkið við føroysku fiskigrunnunum er við, umframt grunnar…

Tekn til børn
Tekn til børn

Tekn til børn er ætlað børnum, foreldrum og pedagogum og øllum teimum, sum tørvar eina bók við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu hava samskifti við fólk, ið eru tunghoyrd ella eru deyv. Men…

Ungi er í egginum
Ungi er í egginum

Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá egginum, og hvat ið hendir innan í tí, frá tí at tað er vorpið, og til ungi kemur úr. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

Føroyskir soppar
Føroyskir soppar

Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera vakrir, nógvir eru góðir átusoppar, og nakrir eru eitursoppar. Litmyndir eru av teimum…

Evropa

Veggjakort
Evropa
Evropa

<span&hellip;

Fuglar í Norðurhøvum
Fuglar í Norðurhøvum

Bókin er um fuglin í Føroyum, Áslandi, Hetlandi, Orknoyggjum og Ytru Suðuroyggjunum (Hebridunum). Hon er handbók, sum er ætlað at hava hjá sær at greina fugl eftir. Nøvnini á teimum fuglunum, sum eru…

Á veg í barnagarð

Anna Lisa, Ári og Klæni í ferðsluni
Á veg í barnagarð
Á veg í barnagarð

Bókin er um tey bæði Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er ein rúmdarmaður. Tey trý fara at læra barnið ferðslureglurnar saman. Ætlanin við bókini er, at barnið skal læra at ansa sær…

Øvut

Spæl
Øvut
Øvut

 Gevið gætur!! 

<span&hellip;

Bein og vøddar

Myndatalva
Bein og vøddar
Bein og vøddar

Bein og vøddar lýsir bein og vøddar í kroppi okkara.

Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.

 

Brobber
Brobber

Á bókini verður sagt frá 13 av teimum vanligastu blómusløgunum í Føroyum. Blómurnar eru: brobber, undirløgugras, líragras, svínasólja, smæra, blákolla, silkiband, berjalyngur, hjálpirót, børkubóndi,…

Dýr og plantur í fjøruni
Dýr og plantur í fjøruni

Hent handbók, tá farið verður út at kanna fjøruna. Bókin er ætlað fólkaskúlanum, men kann nýtast av øllum, ið hava áhuga fyri lívinum í fjøruni.
Síðurnar eru plastviðgjørdar, so tær tola…

Eg síggi teg ikki
Eg síggi teg ikki

Bókin er um eina blinda gentu. Men hetta er eisini ein bók um, hvussu tað er at vera brekaður í einum umhvørvi, sum er fyri vanlig fólk. Á bókini eru nógvar fotomyndir og tekningar, ið saman við…

  • Ein biltúrur
    Ein biltúrur

    Ein biltúrur

    Anna Lisa, Ári og Klæni í ferðsluni

    Bókin er um tey bæði, Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er rúmdarmaður. Tey trý fara at læra barnið ferðslureglurnar saman. Ætlanin við bókini er, at barnið skal læra at ansa sær í ferðsluni og at birta í kjak millum foreldur og barn um evnið. Í bókini verður…

  • Føroysk flora
    Føroysk flora

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur við hesum verki givið út fyrstu fullfíggjaðu føroysku floruna í litum. Føroysk flora er skrivað teimum mongu, sum hava áhuga fyri plantum, men er tó í fyrsta lagi ætlað sum undirvísingarmiðil í skúlunum. Á floruni eru plantuættirnar, plantuskipanin,…

  • Fuglar í Føroyum - Myndatalva
    Fuglar í Føroyum - Myndatalva

    Stødd 70 x 90 cm. Á talvuni eru 42 myndir av vanligastu fuglum í Føroyum. Myndirnar eru talmerktar, og navnið á fuglinum stendur undir sama tali í heftinum. Nøvnini standa á føroyskum, donskum, enskum og latíni. Summir fuglar eru bert nevndir, um aðrar er stutt frágreiðing.

  • Fuglar í Føroyum - Myndatalva
    Fuglar í Føroyum - Myndatalva

    Á talvuni eru 42 myndir av vanligastu fuglum í Føroyum. Myndirnar eru talmerktar, og navnið á fuglinum stendur undir sama tali í heftinum. Nøvnini standa á føroyskum, donskum, enskum og latíni. Summir fuglar eru bert nevndir, um aðrar er stutt frágreiðing.

  • At skyna á klokku
    At skyna á klokku

    Á hesum spæli lærir barnið at skyna á klokku og lærir at knýta ymsu tíðirnar á degnum at sínum egnu ítrivum. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í yngstu flokkum fólkaskúlans, í barnagørðum, dagrøkt og frítíðarskúla. Spælið er stimbrandi og…

  • Geitin lembir
    Geitin lembir

    Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá, hvussu tað gongst, tá ið geitin lembir. Fyrst í bókini verður stutt sagt frá geitarhaldi í Føroyum fyrr í tíðini. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Grót og steinar í Føroyum
    Grót og steinar í Føroyum

    Myndatalvan Grót og steinar í Føroyum er gjørd í samstarvi við Jarðfeingi. Við lýsandi myndum vísir hon tey vanligastu grót- og steinsløgini í Føroyum. Høvuðsbólkarnir eru: Basalt, kvartssteinar, soðsteinar, kol og legugrýti.

    Myndatalvan er 52 x 76 cm til støddar.

  • Grót og steinsløg
    Grót og steinsløg

    Myndatalva, ið vísir myndir av kendum steinsløgum. Talvan er 52x76 cm til støddar, plastaðar og tí haldgóðar.

  • Grønland, Føroyar og Ísland
    Grønland, Føroyar og Ísland

    Á heftinum um hesi trý londini í Útnorðri eru viðkomandi upplýsingar og nógvar tekningar og myndir av stórslignu náttúruni, vinnulívinum, mentanarlívinum og gerandisdegnum í hesum oyggjum í Atlantshavi. 5 sjónbond um londini eru til láns í Námi.

    Bóka- og…

  • Havið. Hvat gat eg sagt...
    Havið. Hvat gat eg sagt...

    Havið. Hvat gat eg sagt...

    Hvat gat eg sagt...

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley givið 3 bøkur út við felags heitinum : Hvat gat eg sagt... Hetta eru bøkur, sum við føgrum myndum og greiðum tekstum lýsa nakrar av mongu loynidómunum í náttúruni. Køn fakfólk hava ráðgivið enska…

  • Heimsatlas
    Heimsatlas

    Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. 

    Um Evropa verður farið til hinar heimspartarnar og heilt út í sólskipan okkara. Aftast eru navnaskráir,…

  • Heimurin
    Heimurin

    Heimurin

    Veggjakort

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Veggjastødd 160 x 120 cm. Lutfall 1 : 25…

  • Heimurin
    Heimurin

    Heimurin

    Myndatalva

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Heimurin er heimskort við nøvnum á londum,…

  • Jørðin
    Jørðin

    Jørðin

    Hvat gat eg sagt...

    Jørðin, ið Jens Petur Gaard týddi, sigur við hugtakandi myndum og greiðum teksti frá stórfingna heimstaði okkara – Jørðini. Her kann lesarin uppliva vanlukkur og vakurleika, alt frá oyðandi gosfjøllum til leikandi fossar.

    Í samprenti við enska forlagið Dorling…

  • Myndaspæl
    Myndaspæl

    Eitt spæl við djórum og øðrum úr kenda umhvørvi barnsins. Í hesum spæli er dentur lagdur á at læra nøvn á djórum og øðrum í náttúruni. Umframt at læra at kenna djór og annað, so lærir barnið eisini orðamyndina. Spælið hóskar væl sum stuðul undir lesivenjing…


01.08.2019

Myndir frá lærarum eru vælkomnar

Les meira
18.06.2019

Nýggjar undirvísingargongdir

Les meira