• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Arbeiðsuppgávur

Føroysku vinkonurnar Marita og Elinborg møtast í einum donskum handli. Tær búgva báðar á Oyrasunds kollegiinum á Amager í Keypmannahavn. Vit skilja, at tær kennast væl, men nú er nakað fráliðið síðan tær hittust.

Marita og Elinborg royna at práta vinarliga, men greitt er, at okkurt er hent á Facebook, ið hevur órógvað vinarlagið, nú tær møtast í veruleikanum. 

Filmurin hevur eina liniéra tíðargond, tað vil siga at hann byrjar í fortíðini, so eru vit í nútíðini og endin, eitt ervi, er tríggjar mánar aftaná at vinkonurnar møttust í danska handlinum.

1) Greið frá tíðargongdini í søguni. Hvussu nógvar partar kann søgan býtast sundir í? Er alt veruleiki? Skriva stikkorð um hvønn partin í søguni. 

2) Hvussu lýsir filmurin danska handilin?

Er lætt at fáa yvirlit millum hillarnar og ber til at krógva seg í handlinum?

Ber saman við, hvussu filmurin lýsir ervið í endanum.

Hvørjar avleiðingar eru við at myndastøddirnar broytast ígjøgnum filmin?

3) Filmurin nemur við fleiri kenslur og hugløg.

Í einum lívssyklusi ber til at siga, at svart umboðar sorg, at grønt ímyndar lív og vøkstur, men sami litur kann eisini verða ein ímynd av sviki og at verða avvístur. Vanligt er eisini at siga, at blái liturin umboðar blues og melankoli.

Tak nú støðu til, hvønn leiklut ymsu litirnar fáa í filmisku søgugongdini.

Hygg at øllum filminum og skriva niður teir sjónligastu litirnar, sum tú sært.

4) Greitt er, at filmurin fer fram millum føroyingar í Danmark.

Tak støðu til, um tað hevði borið til at flutt somu søgu til Føroya og fortalt hana her.

Hevði filmurin tá verið ørðvísi, ella er søgan universell og leys av tíð og stað og einum isoleraðum minniluta, sum til dømis føroyingum í Danmark?

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020