• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Savnsfagnaður 2018

15.10.2018
15. - 19 oktober opið hvønn dag millum kl.11 og kl. 16

Tíðindaskriv frá Tjóðsavninum

Heystfrítíð er í døgunum 15. til 19. oktober, og vit á Tjóðsavninum gleða okkum at bjóða tykkum til Savnsfagnaðin 2018. Opið er hvønn dag millum kl.11.00 og 16.00.

Tjóðsavnið er á tremur við tilboðum til børn og vaksin í hesum døgunum. Ein skrá er sett saman, ið leggur upp til at forvitnast, stuttleika sær og at mennast saman.

Á skránni er millum annað ein spennandi, nýggjur sjónleikur um huldufólk. Hettar er ein sjónleikur, sum gevur innlit í lívskorini í Føroyum í gomlum døgum, og um føroysku huldufólkini – sum næstan eru svunnin burtur úr føroysku mentanini. Tað er Sóley Danielsen, ið hevur skrivað og sett leikin upp, og afturat sær hevur hon 12 sjónleikarar frá Sjónleikaskúlanum. Málbólkurin til sjónleikin eru børn í skúlaaldri.

Í ár hava vit eisini nakað heilt serligt til tey yngru børnini. Hjálmar Dam lesur eina fitta og livandi søgu upp. Eina søgu um eina huldugentu, sum er flutt inn á Tjóðsavnið, har hon argar starvsfólkini og tey vitjandi.

Eitt stórt uppgávuhefti er til taks, har høvi er at loysa stuttligar og læruríkar uppgávur, ið stimbra sansirnar og forvitnið hjá børnum. Eisini vera smáar uppgávur hjá yngru børnunum at loysa.

Undir trappuni á Tjóðsavninum er ein barnakrókur – hesin barnakrókur hevur fingið eina hugnaliga endurnýggjan, sum má upplivast! Veggirnir eru skrýddir við myndevnum úr føroysku náttúruni og djóralívinum. Her kunnu børn lesa, spæla, og hugleiða.

Framsýningarnar um mentan, søgu og náttúruvísind eru eisini opnar hesar dagarnar, og kunnu vitjast ókeypis, meðan Savnsfagnaður er. Hettar er eitt gott høvi at síggja framsýningarnar fyri fyrstu ferð ella uppliva tær av nýggjum. Jarðfeingi hevur uppsett eina spildurnýggja serframsýning, ið ber heiti: “Jørðin og Føroyar í jarðfrøðiligari tíð”.

Komið eisini og hoyrið eina nýggja granskarasøga hvønn dag. Millum annað ber til at hoyra um ferðingina hjá merktum grindahvalum, og um eitt “lundaegg”, ið vísti seg at vera okkurt annað enn eitt egg.

Onnur søvn, sum luttaka í Savnsfagnaðinum eru Føroya Listasavn, Jarðfeingi og Føroya Sjósavn. Eisini luttaka Norðurlandahúsið og SMS við ymsum tiltøkum.

Øll tiltøkini eru ókeypis! 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018