• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Námsráðgevi í støddfrøði í miðnámi

23.05.2019
Nám sóknast eftir námsráðgeva í støddfrøði á miðnámsskúlaøkinum

Vilt tú standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning av lærugreinini støddfrøði á miðnámsskúlaøkinum, og hevur tú fakligt og námsfrøðiligt innlit í breytaskipanina, so hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi.

Um starvið

Ráðgevin skal fylgja við í tí, sum hendir innan lærugreinaøkið, og skal sum part av hesum kunna seg um námsætlanir, námsfrøðiliga gransking, fakligar avbjóðingar og menning á økinum í londunum kring okkum, serliga í Norðurlondum.

Ráðgevin skal virka fyri at seta í verk nýggju námsætlanina í støddfrøði. Hann skal vegleiða, geva íblástur og samskifta við skúlar, umframt at hann skal kunna svara námsfrøðiligum og fakligum spurningum við atliti at námsætlanini.

Ráðgevin skal eisini ráðgeva um próvtøkur, próvtøkuuppgávur og breytarverkætlanir.

Hevur ráðgevin undirvísingarførleika í fleiri lærugreinum, skal hann vera til reiðar at virka sum ráðgevi í fleiri lærugreinum, um tørvur er á tí. Ráðgevin skal eisini kunna átaka sær aðrar viðkomandi uppgávur á miðnámskúlaøkinum.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava undirvísingarførleika sambært kunngerð nr. 23 frá 7. apríl 2014 um fakligan førleika í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum og starvsroyndir í breytaskipanini.

Persónligar dygdir hjá umsøkjarum eru, at viðkomandi skal:

  • vera fakliga og námsfrøðiliga á tryggari grund
  • hava áhuga fyri fakligari og námsfrøðiligari menning 
  • hava innlit í tvørfakligt samstarv
  • hava royndir sum próvdómari og vegleiðari
  • hava góð samstarvsevni og vera fyrikomandi 
  • hava góðar samskiftisførleikar 
  • hava góðan málførleika, serliga í føroyskum

Setanarviðurskifti

Ráðgevin verður knýttur at Námi, men skal frammanundan eisini vera í starvi sum undirvísari á gymnasialum miðnámi. Ráðgevastarvið telur umleið 40% av einum ársverki, og arbeiðstíðin er tveir dagar um vikuna í Námi.

Ráðgevin verður løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám. Talan er um eina royndarskipan, har setanartíðin er trý skúlaár frá 1. august 2019, og kunnu broytingar ávegis verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av viðkomandi prógvum og C.V. skal verða Námi í hendi í seinasta lagi kl. 23 mánadagin 10. juni 2019.

Umsóknin skal sendast til:
Nám
Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn

ella við t-posti á eydun@nam.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Eyðun Gaard, stjóra, tlf. 555150.

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 27 starvsfólk. Próvstovan er partur av Námi, og har arbeiða 7 fólk.

 

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019