• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Námsfrøðiligt starvsfólk til Nám

03.06.2019
Vilt tú vera við í námsfrøðiligu menningini í Námi?

Aðalmálið hjá Námi er at savna og slóða fyri, so at borgarin hevur bestu fortreytir at læra og mennast. Nám skapar og veitir dygdartænasur at fremja læring og menning.

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum námsfrøðiligum starvsfólki frá 1. august 2019 ella skjótast gjørligt. Talan er um tíðaravmarkað fulltíðarstarv fram til 31. juli 2020, møguleiki er tó at fáa fast starv, um fíggjarligu umstøðurnar loyva tí tá.

 

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymsar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, talgildar tænastur, námsfrøðiliga ráðgeving, gevur út undirvísingartilfar, eisini er Próvstovan partur av Námi.

 

Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. Vit leita eftir einum starvsfólki við hægri námsfrøðiligari útbúgving til at loysa uppgávur í breiðastu merking, tó í fyrstu syftu til at gera námsfrøðiligar frágreiðingar, fyrireika námsfrøðiligt tiltøk, vera við í arbeiðinum við námsætlanum og undirvísingarportalinum Snar.

 

Arbeiðsøkið fevnir m.a. um at:

·       vera við til at menna tilfar til undirvísingarportalin Snar

·       vera við í skeiðsvirkseminum í Námi

·       vera við til at gera námsfrøðiligar frágreiðingar (t.d. um Landsroynd og PISA), ið Nám stendur fyri

·       vera við til at skipa fyri námsfrøðiligum tiltøkum (t.d. læraradegi)

·       vera við í arbeiðinum við námsætlanum til skúlaverkið

·       røkja aðrar viðkomandi uppgávur, ið hoyra til arbeiðsøkið hjá Námi

 

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

·       útbúgving frá hægri lærustovni innan námsfrøði, didaktik ella líknandi

·       undirvísingarroyndir frá fólkaskúla, miðnámi ella hægri útbúgving

·       góðan kunnleika til námsætlanir og skúlaverkið sum heild

·       góðan telduførleika

·       góðan málførleika – serliga í føroyskum, men eisini skandinaviskum og enskum.

·       góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt

 

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi á tel. 555 150 ella teldupost eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 19. juni 2019 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo. Miðað verður eftir, at setanarsamrøður vera í viku 27.

 

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 27 starvsfólk. Próvstovan er partur av Námi, og har arbeiða 7 fólk.

 

 

 

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019