• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Heimsmálini í undirvísing

18.06.2019
Nýggjar undirvísingargongdir


Nýtt á Snar eru undirvísingargongdir til fólkaskúlan um tey 17 heimsmálini hjá ST.

Tað er Jón Kragesteen, varaskúlastjóri við Løgmannabreyt, ið hevur gjørt undirvísingargongdirnar, sum eru opnar hjá øllum at brúka. Undirvísingargongdirnar knýta seg eisini til skeið um tólvta heimsmálið, sum verður í Námi 12. november undir heitinum Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

Sámal Matras Kristiansen, ritstjóri í Námi, hevur eisini gjørt undirvísingargongdir til heimsmálini hjá ST.

Undirvísingarportalurin Snar hýsir ymsum evnum, sum kunnu brúkast í undirvísingini, fyrst og fremst í fólkaskúlanum. Uppskot um undirvísingargongdir á Snar eru vælkomin.

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019