• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Ritstjóri til Nám

21.11.2019
Vilt tú vera við til at geva út føroyskt undirvísingartilfar til lærugreinina føroyskt í hádeild fólkaskúlans?

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra til setanar 1. januar 2020 ella skjótast gjørligt. Talan er um eitt tíðaravmarkað verkætlanarstarv til 31. desember 2022. Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymsar tænastur, sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, O365, og gevur út undirvísingartilfar. Útgávutoymið, sum ritstjórin er partur av, skrivar, týðir, tillagar og ritstjórnar undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið.

 

Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning, har uppgávan serliga verður at ritstjórna útgávuheild til lærugreinina føroyskt.

 

Arbeiðsøkið fevnir m.a. um at:

• ritstjórna undirvísingartilfar til lærugreinina føroyskt í hádeild fólkaskúlans

• finna viðkomandi føroyskt tilfar til útgávuheildina

• rættlesa

• samskifta við onnur starvsfólk um arbeiðið við tilfarinum.

 

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

• útbúgving innan økið ella serliga viðkomandi royndir

• góðan kunnleika um bókmentir

• góðan telduførleika

• góðar málførleikar – serliga í føroyskum, men eisini í skandinaviskum og enskum

• góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar.

 

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvið er tíðaravmarkað til 31. desember 2022 við møguleika at halda fram, um tørvur er á tí.

 

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigfríð Sólsker, deildarleiðara í Námi, á tel. 555 171 ella telduposti

sigfridur@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 11. desember 2019 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019