• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Kt-starvsfólk til Nám

22.04.2020
Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-starvsfólki til setanar skjótast gjørligt. Starvið er tímalønt parttíðarstarv.

 

Nám veitir skúlaverkinum ymsar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, Office365, ger undirvísingartilfar og stendur saman við Próvstovuni fyri próvtøkunum í skúlaverkinum. Starvsfólkið verður partur av Snar- og kt-toymunum. Talan er um fjølbroytt og áhugavert tímalønt parttíðarstarv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

Arbeiðsøkið fevnir um at:

·       vera við til at leggja tilfar inn í okkara kt-skipanir

·       hjálpa kt-toyminum við at dagføra undirvísingarportalin Snar

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

  • góðan teldukunnleika
  • góðan kunnleika til kt-skipanir sum heild
  • royndir við at arbeiða við heimasíðuskipanum
  • royndir á kt-økinum sum heild
  • góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt.
  • góðar samskiftisførleikar

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt starv við nøkrum bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Arbeiðstíðin er eftir avtalu við útgávuleiðaran, Sigfríð Sólsker, og kt-leiðaran, Gund Mortensen, og starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigfríð Sólsker, útgávuleiðara í Námi, á tel. 555 171 ella við telduposti á sigfridur@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 5. mai 2020 og skal sendast við telduposti til Sigfríð Sólsker, útgávuleiðara, á sigfridur@nam.fo.


 

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Aðalmálið hjá Námi er at savna og slóða fyri, so at borgarin hevur bestu fortreytir at læra og mennast. Nám skapar og veitir dygdartænastur at fremja læring og menning. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán, próvtøkufyristing og skeið. Í Námi eru 27 starvsfólk. Próvstovan er knýtt at Námi, og har arbeiða 7 fólk.

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020