• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Mannarættindi

Tá ST varð sett á stovn, vórðu limalondini samd um, at tað var neyðugt at gera avtalur, sum skuldu verja heimsins íbúgvar.

Hetta førdi til Mannarættindayvirlýsingina hjá ST, sum varð samtykt í 1948. Yvirlýsingin fevnir um viðtøkur, sum skulu tryggja rættindi hjá øllum menniskjum. Endamálið við yvirlýsingini er at geva øllum møguleika at liva trygt uttan ágang. Men limalondini vóru ikki noydd at halda yvirlýsingina. Tí varð neyðugt við einum millumtjóða sáttmála. Ein slíkur sáttmáli bindur einstaka landið til at halda tað, sum samtykt verður.

Tað tók ST langa tíð at finna fram til ein sáttmála, sum londini kundu semjast um. Semja var millum annað ikki um, hvat mannarættindi í grundini eru. Rættindini vóru tí býtt sundur í tveir sáttmálar. Tann fyrri snýr seg um sosial, búskaparlig og mentanarlig rættindi, tann seinni um borgarlig og politisk rættindi. 35 lond undirskrivaðu sáttmálarnir í 1976. Í dag hava nógv fleiri undirskrivað sáttmálan.

Í okkara parti av heiminum tosa vit mest um politisk og borgarlig rættindi. Tey sosialu, búskaparligu og mentanarligu rættindini verða ofta tikin fyri givið í okkara ríka heimsparti. Aðrastaðni í heiminum er tað øvugt. Har er matur og læknahjálp ovast á dagsskránni. Tað er ábyrgd Sameindu Tjóða at kanna, um mannarættindi verða hildin kring heimin.

Sendingin greinar hvørja ávirkan yvirgangsatsóknirnar tann 11. september í 2001 hava havt á heimin, og hvussu atsóknirnar broyttu altjóða støðuna við millum øðrum krígnum í Irak og Afghanistan og størri trýsti á mannarættindi.

  1. Hvussu eru mannarættindi komin undir størri trýst síðan 11.9.2001?
  2. Hvussu hevur 11.9.2001 broytt heimin?
  3. Hvønn týdning hava innrásirnar í Irak og Afghanistan havt?

 

 

 
Spurningar

Um tú skuldi skrivað mannarættindasáttmálan, hvørji rættindi hevði tú sett ovast?

Halda Føroyar mannarættindasáttmálan?

Keldur

Herluf Sigvaldsson, “Sameindu Tjóðir”, Greinasavn um Sameindu tjóðir og mannarættindi, Amnesty International Føroya deild, 2009.

Ane Bonnesen, Malene Dietz og Dorthe Frost, Projekt samfundsfag, Gyldendal, 2000.

Benny Jacobsen og Ove Outzen,  På opdagelse i samfundet, Columbus , 2000.

Ebbe Foged, Kim Mølgaard Nielsen og Palle Roslyng-Jensen, Samfundsstudier, Gyldendal 2009

Alexander Henriksen, Zoom, Gyldendal norsk forlag, 2008.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019