Temasíðan um javnrættindi vendir sær til hádeild, har ikki annað er viðmerkt. Endamálið við temasíðuni er at taka ymsar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu, við í undirvísingina.
Javnstøða millum kyn er ein av fleiri mátum at viðgera samfelagið, men er ikki ein lærugrein í sjálvum sær. Tí ber ikki til at fáast við hetta evnið, uttan at seta tað í ein breiðari fakligan samanhang, so sum søgu, samfelag, mentan, miðlar og hugtakið makt.
Á temasíðuni um javnrættindi eru hugskot til undirvísing og slóðir til ymiskt tilfar, ið kann fáa læraran og flokkin at viðgera javnstøðuspurningar, og framhaldandi at hugsa hesar spurningar, ið eru alt annað enn sjálvsagdir, inn í undirvísingina.
Hetta er ein reklama, sum eisini er ein starvslýsing. Reklaman er gjørd tá Løgtingsval varð útskrivað í 2015. Felagið Føroysk Marknaðarfólk hevur valt lýsingina at verða ársins lýsing á prenti.
Hyggið at lýsingini, lesið tekstin og svarið hesum spurningum:
Demokratia er ein nevnd, ið Løgtingið eftir tilmæli frá Útnorðurráðnum setti á stovn í 2006 fyri at økja um kvinnuleiklutin í politikki.
Í nevndini er eitt umboð fyri hvønn flokk á Løgtingi, eitt umboð fyri Kommunufelagið, eitt umboð fyri Kvinnufelagasamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina.
Demokratia hevur fingið sum bundnan arbeiðssetning at skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum, tvs. at fáa javnari kynsumboðan í Løgtingi og kommunustýrum.
Demokratia arbeiðir støðugt við at fremja arbeiðssetningin við at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu gera fólk varug við týdningin av, at bæði kynini eru umboðað, har politiskar avgerðir verða tiknar. Virksemið kann vera upplýsing, lýsingaátøk, undirvísing og útgáva av ymsum kunnandi tilfari.
(Convention on the Elimination of All Forms of Discrimination against Women) er ein ST-sáttmáli frá 18. desember 1979, sum hevur til endamáls at beina burtur allan mismun móti kvinnum og at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn á øllum samfelagsøkjum. Sáttmálin kom altjóðarliga í gildi í 1981.
31. mars 1987 samtykti løgtingið at seta sáttmálan í gildi fyri Føroyar, og eru Føroyar harvið fólkarættarliga bundnar av CEDAW sáttmálanum.
Føroyar hava tríggjar ferðir latið frágreiðingar inn til CEDAW um støðuna hjá kvinnum, seinast í 2013.
24. februar 2015 luttóku Føroyar saman við Danmark og Grønlandi í Geneve í hoyringini i CEDAW-sáttmálanum í sambandi við frágreiðingina. Í mars 2015 varð CEDAW niðurstøðan almannakunngjørd.
Í niðurstøðuni hjá CEDAW verður m.a. mælt til, at føroyskir myndugleikar skulu virka fyri: