Á hesi temasíðuni um jól og undirsíðunum eru tilfar og slóðir, sum hava við jólini at gera, savnaðar á einum stað.
Hava tit jólatilfar liggjandi og hava hug at leggja tað á Snar, eru tit vælkomin at senda tað til snar@snar.fo. Eisini eru tit vælkomin at senda okkum góðar jólaslóðir.
Smálutir til pynt og gávur. Kanska tú hevur hug at nýta
okkurt av hesum hugskotum til hjørtu og kramarhús.
Eingil úr vomb og ull
Vombin er rullað og strokin, so hon er blivin gjøgnumskygd og tunn sum pappír, meðan mynstrið enn sæst eftir. Ullin er greidd, so hon riggar sum einglakroppur. Høvdið er ein flatur og rundur glasringur við holi í.