• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Á hesi temasíðuni um jól og undirsíðunum eru tilfar og slóðir, sum hava við jólini at gera, savnaðar á einum stað. Hava tit jólatilfar liggjandi og hava hug at leggja tað á Snar, eru tit vælkomin at senda tað til snar@snar.fo. Eisini eru tit vælkomin at senda okkum góðar jólaslóðir.
 

Jólaleikir

Jólaleikur: Krubbuspælið
Sangleikur um jólaevangeliið   7 leikarar.   Kendir jólasangir eru partar av leikinum.   Skrivað og setta saman hava Anna Sofia Restrorff og Sólmundur Joensen
Jólaleikur: Teir tríggir...
Jólaleikur um teir tríggja vísmenninar   Kendir jólasangir eru partur av leikinum.
Jólaleikur: Tá jólagávurnar vórður...
Vættrarnar leggja til merkis, at jólagávurnar eru stolnar. So verður farið at leita eftir teimum   Sangir við løgum til kendar barnasangir.   13 leikarar.
Jólaleikur: Tá ið jólamaðurin kom...
Um abban, sum tollaksmessukvøld stríðist við at fáa abbabørnini, ið eru komin at vitja, at sovna, men tey hava ongan hug til tað, tí tey vilja sleppa at síggja jólamannin, tá hann kemur við pakkunum.   12 leikarar
Jólaleikur: Jólaløtur
Eftir Poulinu Slættanes.   Nútíðarjól afturímóti jólum í 1936.   Tvídeildur pallur   16 leikarar
Jólaleikur: Jólaspæl 1
Pallmyndin er fjósið í Betlehem. Teksturin er yrking og ber upp á rím.   Nakrir felagssálmar eru við.   8 leikarar.
Jólaleikur: Eitt jólaævintýr
Vættrar, jólamaður, kongur, kongsdóttir, trøll – snøgt sagt alt, sum krevst av einum røttum ævintýri.   Pallmyndin skiftir fýra ferðir.   11 leikarar og nógv børn, sum eru brúdleypsgestir, tá ið leikurin endar.
Jólaleikur: Jólaleikur
Jólaleikur um føðing Jesusar. 8-12 leikarar.
Jólaleikur: Jólastókan hjá...
Barnasangleikur við nótum. Eftir Stein Skøyeneie.   "Jólastákan hjá vættrahúskinum er ein lítil sangleikur skrivaður fyri børn. leikurin er gjørdur við barnakórum og teimum smáu flokkunum í huga.   Sangleikurin er einfald tala, einrøddaður sangur o...
Jólaleikur: Lítli Gutti
Um lítla eingilin, ið ikki heldur seg duga nakað til nyttu, men sum at enda slepp­ur at heingja jólastjørnuna á himmalhválvið.  
 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019