Skip to main content

Um heimasíðuna Kristni 7

Vælkomin til heimasíðuna til Kristni 7. Hendan heimasíðan er ein tilfarsgrunnur til Kristni 7. Her kanst tú hyggja í og lesa næmingabókina og lærarabókina til Kristni 7. Tú kanst lurta eftir næmingabókini, og hyggja eftir øllum føroysku málningunum, sum eru í næmingabókini.

Eyka uppgávur, sum kunnu brúkast sum ískoytis tilfar, umframt frymlar til ymiskar uppgávur í næmingabókini finnur tú eisini á heimasíðuni. Annað eykatilfar er at finna undir hvørjum kapitli sær. Umvegis heimasíðuna er møguleiki at heinta námsætlanina fyri Kristnikunnleika og átrúnað.