Skip to main content

Halgikvæði (B)

Hesin kvæðabólkur er kendur víða um lond, tí søgurnar, ið her verða sagdar, eru felags evropeisk ogn. Hetta eru søgur úr katólskari tíð – mest um ávís halgimenni og pínslarváttar.

Hetta er minsti kvæðabólkurin – í TSB 37 kvæði, átta teirra eru at finna í føroyska tilfarinum. Sagt kann verða, at tey í føroyskum sniði yvirhøvur eru brotakend. Hetta kann hava samband við, at prestar eftir siðaskiftið hava gjørt sítt til at káma katólskt tilfar úr medviti manna.