Skip to main content

Náttúrukvæði (A)

Kvæðini taka evni úr fólkatrúgv og ævintýrheimi. Søgurnar, sum í teimum verða sagdar, eru at finna um at kalla alt Evropa. Tær byggja á vissuna um, at yvirnáttúrligar verur so sum álvar, vættrar, trøll og nykar búðu í náttúruni og kundu leggja seg út í lagnu fólksins. Harpan tekur at tala og avdúkar lagnutung loyndarmál, og gandur og illgerðir eru veruleiki. Nátturukvæðini eru 75 í TSB. Í Føroya kvæðum eru fjúrtan kvæði í hesum bólki – av teimum eru fimm bara funnin her hjá okkum.