Skip to main content

Sannsøgukvæði (C)

Hetta er eisini til tað lítil kvæðabólkur  - í TSB bara 41 kvæði ella vísur. Av teimum eru fýra á føroyskum, men hesi eru eisini at finna á øðrum norðurlandamálum. Hildið verður, at sannsøgukvæði eru yrkt beint eftir, at hendingin, sum verður umrødd, fór fram, ella heilt stutt eftir, so stutt, at hendingin enn hevur verið livandi á manna munni.