Skip to main content

Náttúra og tøkni

Tíðindi

Atlas til heim og skúla

04.11.2014

Atlasið komið til landið

So er atlasið hjá Námi komið ta longu leið úr Hongkong í Kina, inn á Kollafjørð og so á goymsluna á Sandvíkarhjalla. Nú verður pakkað upp og skrásett, so almenn framløga kann verða leygardagin 22. november kl 13:45 í Norðurlandahúsinum meðan Bókadagar eru. Umframt bókina 'Atlas til heim og skúla' fyri 475,00 kr, fæst eitt nýteknað, laminerað føroyakort fyri 375,00 kr, eitt nýtt heimskort í pappíri fyri 300,00 kr og eitt laminerað heimskort fyri 375,00 kr.

Á myndini sæst atlasið framman fyri nýggja heimskortinum.

Les meira um atlasið her