Skip to main content

Náttúra og tøkni

Tíðindi

First Lego League 2009

18.08.2009

Aftur í ár er møguleiki at vera í tiltakinum First Lego League, (FLL). Eitt avbjóðandi, mennandi og spennandi tiltak fyri børn og ung í aldrinum 10 – 16 ár.

Tíðindaskriv

FLL er ein heimsumfatandikapping, har ungfólk saman skulu loysa eina trupulleikaorðing og lýsa eitt ávíst evni. Tey skulu m.a. gera ein robott úr Lego, sum skal loysa nakrar bundnar uppgávur, men eisini kunnu tey lýsa høvuðsevnið við framløgu, showi ella á annan sjónligan/visuellan hátt. Í ár er evnið  “SMART MOVE” og leggur tað upp til at arbeiðast skal við framtíðar flutningsmøguleikum, samstundis sum hugsað verður um náttúruna. Endaliga uppgávan verður kunngjørd 12. september kl. 13.00. 

Vinnarin av føroysku kappingin fer beinleiðis til ta Skandinavisku finaluna, sum verður í Eksilstuna í Svøríki seinast í november. Seinastu árini hava føroysku liðini, sum hava verið við til norðurlendsku kappingina, klárað seg sera væl. Eisini hevur vinnandi liðið í Føroysku kappingini tvey tey undanfarnu árini luttikið á heimsfinalu. Í 2007 í Atlanta í USA, og í 2008 í Bella sentri í Keypmannahavn.

 

Henda møguleika fært tú nú! Finn nakrar vinir, floksfelagar ella grannar í aldrinum 10 – 16 ár og melda eitt lið til kappingina. Einastu treytirnar eru, at tað ikki eru fleiri enn 10 á liðinum, og at ein vaksinleiðari er tengdur at liðnum, og skal viðkomandi vera eldri enn 18 ár.

Endaliga freistin at tekna seg er 1. september, men fyrireikararnir mugu fáa eina fyribils tilmelding áðrenn mánadagin 24. august kl. 10:00, so tað ræður um at gera skjótt av. Tað ber til at tekna seg við at senda ein teldupost til Harriet Hansen, harrieth@skulin.fo (tlf. 217241), ella Kurt Madsen, kurtma@flsk.fo.

Tit fáa nærri vegleiðing, tá tit hava meldað lið til!

 

<meta http-equiv="Content-Type" content="text/html; charset=utf-8" /><meta name="ProgId" content="Word.Document" /><meta name="Generator" content="Microsoft Word 12" /><meta name="Originator" content="Microsoft Word 12" />

Ymiskar leinkjur um FLL

FLL

Føroysk síða um FLL

 

Náttúruvísinda-deildin

 

FLL Skandinavia

 

Hvat er FLL
(stuttur filmur)

 

Lagt út: Rói Joensen