Skip to main content

Náttúra og tøkni

Tíðindi

Fuglar flúgva inn í skúlastovuna

14.09.2009

Undirvísingarportalurin Snar er komin við nýggjari fuglasíðu, har tað ber til at síggja filmsbrot og hoyra ljóðbrot við føroyskum fuglum. Heimasíðan hevur eisini dygdargóða kunning og spøl.

Heimasíðan Fuglar, sum er at finna á www.snar.fo/fuglar og www.skulin.fo/fuglar,  gevur heilt nýggjar møguleikar í undirvísingini, tí nú ber til beinleiðis frá heimasíðuni umframt at lesa tekstin, bæði at hoyra ljóðbrot og at síggja myndir og filmsbrot av flestu fuglum. Hetta er serliga hent, um lærarin hevur samvirknu talvuna í skúlastovuni, tí tá er skjótt og lætt at vísa næmingunum, hvussu fuglurin sær út, hvussu hann letur, hvar hann búleikast o.s.fr..

Síðurnar til hvønn einstakan fugl hava sama bygnað. Ein tekstur er um sjálvan fuglin og ein um verpingina. Harafturat eru faktaupplýsingar, myndir, ljóð og filmar. Eisini eru grafiskar myndir, hvar í Føroyum fuglurin heldur til á sumri, og hvar hann heldur til á vetri.

Kennir tú fuglin og ljóðið?
Harumframt ber til at fáa kunning um fugl sum heild. Trýst á Kunning ovast á síðuni, og tú fært nakrar møguleikar at trýsta teg víðari og fáa eina rúgvu at vita um, hvat eyðkennir fuglar.

Tað eru eisini tvey smá spøl á Fuglasíðuni. Trýst á Spøl ovast á síðuni. Haðani ber til at koma inn á spølini, Kennir tú fuglin? og Kennir tú ljóðið?

Ikki bara til skúlabrúks
Umframt at nýggja fuglasíðan kann verður brúkt  í skúlanum, so er hon eisini ógvuliga hent hjá øllum, sum hava áhuga í fugli. Eftir ein túr í haganum ella í báti ber til at kanna, hvønn fugl tú hevur sæð. Hevur  tú eina nýmótans fartelefon, ber enntá til at vitja heimasíðuna, meðan tú ert staddur í haganum ella á sjónum.

Upprunaliga íslendskt
Fuglavevurin eru upprunaliga ein íslendsk heimasíða. Av tí at fuglalívið í Føroyum minnir nógv um tað íslendska, helt Føroya Skúlabókagrunnur, at tað var upplagt at tillaga Fuglavefin til føroysk viðurskifti. 

Á heysti 2008 var sáttmáli gjørdur við íslendska Námsgagnastovnin, og síðan hevur verið arbeitt við at tillaga síðuna til føroyska fuglalívið.

Þóra Þóroddsdóttir hevur týtt tekstin og fulgavinurin í Nólsoy, Jens-Kjeld Jensen, hevur viðgjørt tekstin fakliga.  Hvør einasti fuglur er tillagaður  føroysk viðurskifti, nær hann er í Føroyum, nær hann eigur og í einstøkum førum eru myndir eisini skiftar út, tí at útsjóndin á fuglinum er ymisk Føroyum og Íslandi.
Teksturin um fuglarnar er úr bókini Íslenskur fuglavísir hjá Jóhan Óla Hilmarson og úr Fuglar í Norðurhøvum hjá Dorete Bloch og Søren Sørensen, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1990.

 

Fakta:

Heitið: Fuglar

Vevbúðstaður: www.snar.fo/fuglar og www.skulin.fo/fuglar

Upprunasíða: Fuglavefurin:  http://www1.nams.is/fuglar/index.php

 

81 fuglar

61 ljóðfílur (fuglaljóð)

70 filmar av fuglum í sínum umhvørvi

300 myndir av fuglum

70 myndir av ungum í reiðrinum

70 myndir av eggjum