Skip to main content

Náttúra og tøkni

Tíðindi

Fyrilestrarrøð á søvnunum

02.10.2009

Sum eina upphiting til Savnsfagnaðin skipa søvnini fyri fyrilestrarkvøld frá 5.- 8. oktober. Fyrilestrarnir eru brellbitar til vaksin, fjølmiðlar og lærarar. Vitjandi fáa eina hóming av, hvat søvnini bjóða børnum, ungum og vaksnum í Savnsfagnaðinum.

Setið tíð av til læruríkar upplivingar, - vitjið søvnini í Savnsfagnaðinum 2009.

Savnsfagnaðurin byrjar mánakvøldið 5. oktober kl. 19.30. Tá hevur Sjósavnið opið fyri almenninginum frá 19.30 til 21. Kostnaðurin er 40 kr.

Síðani byrjar fyrilestrarrøðin. Høvuðsevnið er ORKA. Skráin sær soleiðis út:

 

Fornminnissavnið týskvøldið 6. oktober kl. 19:30

Í skúlastovuni í Brekkutúni 6

Fyrst fer Petur Jacob Sigvardsen at greiða frá um Torvið í Føroyum, og síðani fer Áki Mortensen at greiða frá um Orku í húsarhaldinum nú og framyvir.

Kostnaður 20 kr.

Sjósavnið  týskvøldið 6. oktober kl. 19:30

Adressa: Rættargøta 1

Fyrilesturin Orkan í djóraheiminum– eisini hjá havdjórum verður kl. 19:30. Fyrilestrarhaldari er Dorete Bloch, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum.

Kostnaður 40 kr.

Náttúrugripasavnið  mikukvøldið  7. oktober kl. 19.30

Adressa: V.U. Hammersheimbsgøta

Fyrilesturin Umhvørvisvinarlig upphiting av nýggju tannlæknastovuni á Óðinshædd verður kl. 19:30. Fyrilestrarhaldari er Jakku Heinesen, tannlækni.
Kostnaður 20 kr.

Listasavnið hósdagin 8. oktober kl. 19.30

Adressa:  Gundadalsvegur 9

Í samband við Savnsfagnaðin verður fyrilesturin Orkan í ódnini á Listasavninum 8. oktober kl 19:30. Fyrilestrarhaldari verður Tróndur Leivsson, landsskógarvørður.

Kostnaður 20 kr.

Lagt út: Wenche Andreassen, ritstjóri á Snar