Skip to main content

Náttúra og tøkni

Tíðindi

Kendar náttúrussendingar á LMS

04.12.2009

Kenda BBC-røðin "Vores planet" og "Klodens kræfter" eru nú at fáa til láns sum DVD frá Landsmiðstøðini.

Røðin VORES PLANET er um okkara gongustjørnu, og er í 11 pørtum. Hvør partur er 50 minuttir, og innihaldið er:

1: Frá póli til pól
2: Tey høgu fjøllini
3: Fekst vatn
4: Holur
5: Oyðumerkur
6: Heimur av ísi
7: Tær stóru víddirnar 
8: Regnskógurin
9: Á grunnum vatni
10: Teir stóru skógirnir 
11: Opna havið

Røðin Klodens kræfter er um orku og umhvørvi. Í røðini eru 5 sendingar , og innihaldið er:

1. Eldgos
2. Lofthavið
3. Ísur
4. Havið
5. Einastandandi jørðin.

Við at leita á niðanfyri vístu slóð til bókasavnsskipanina og skriva Klodens kræfter ella Vores Planet fáast neyvari lýsingar av teimum ymisku sendingum:

http://secure04.elibdrift.dk/fao-landsmidstodin.html

 

Lagt út: Heini Nygaard