Náttúra og tøkni
Tíðindi
Landsmiðstøðin fingið stórfingna gávu frá SEV

Í miðjuni Kári Durhuus, sum saman við Zachariasi Hammer hevur lagt filmin til rættis.
- Eg takki hjartaliga fyri hesa stórfingu gávu. Hon hevur alstóran týdning bæði fyri okkara savn og framhalds- og miðnámsskúlarnar kring landið.
Nakað soleiðis segði ovfarni stjórin á Landsmiðstøðini, Petur S. Simonsen, tá SEV-stjórin, Hákun Djurhuus, fyrrapartin handaði honum 50 fløgur við nýggja SEV-filminum "Ljósbrøgd" á. Landsmiðstøðin varðar av miðlum til undirvísing.
Fjølbroytt innihald
Umframt søgu, virksemi og framtíðarætlanir hjá SEV, lýsir "Sjónbrøgd" m.a. eisini fyrstu royndirnar í heiminum at framleiða ravmagn úr vatnorku síðst í 19. øld. Eisini undangonguarbeiðið hjá Ólavi á Heygum í Vestmanna á hesum øki fyri hundrað árum síðani verður umrøtt, eins og fyrstu elverkini í Føroyum, í Botni í Vági og á Rundingi í Havn, sum vóru bygd í 1921.
Hákun Djurhuus segði seg eisini vóna, at filmurin kundi brúkast sum eitt hent amboð í sambandi við el- og orkuundirvísing á framhalds- og miðnámsskúlum okkara. - Hetta hevur júst eisini verið eitt av endamálunum við útgávuni, segði hann.
Teir báðir fjølmiðlamenninir, Kári Durhuus og Zacharias Hammer, hava lagt áhugaverda filmin til rættis. Filmurin varir í 35 minuttir.
Lagt út: Heini Nygaard