Náttúra og tøkni
Tíðindi
Rokna við Google

21.03.2009
Umframt at vera ein stak góð leitimaskina, kann Google eisini rokna og umrokna eindir og valuta.
Royn sjálv/ur
- Falda: Skriva 37*9= og trýst á [enter]
- Deila: Skriva 444/12= og trýst á [enter]
- Fá Google at rokna út, hvussu nógvar km/t vindurin ferðast við 14 m/s. Skriva í Google: 14 m/s in km/h= og trýst á [enter] ella øvut 50
- km/h in m/s og trýst á [enter]
- Umrokna celsius til kelvin, skriva 100 C in K og trýst á [enter]
- Umrokna kilometrar um til metrar, skriva 33,5 km in m og trýst á [enter]
- Umrokna gjaldoyru, skriva 1000 USD in DKK og trýst á [enter]. Onnur gjaldoyru eru t.d. evrur = EUR, bretska pundið = GBP