Skip to main content

Náttúra og tøkni

Tíðindi

Savnsfagnaður 2009

23.09.2009

Stórt og spennandi tiltak fyri skúlaflokkar. Í vikuni eftir heystfrítíðina, frá 19. til 23. oktober, bjóða fýra søvn 4., 5. og 6. flokkunum til læruríkar upplivingar í flestu lærugreinum. Søvnini boða frá fjølbroyttum framsýningum við uppgávum, har næmingar fáa spennandi avbjóðingar. Ætlanin er at varpa ljós á evnið ORKA, og tí verður serliga hugsað um flokkarnar, sum hava náttúru og tøkni.

Søvnini, sum eru við í hesum serliga tiltakinum, eru: Náttúrugripasavnið, Sjósavnið, Listasavnið og Fornminnissavnið. Høvuðsevnið í ár er orka, men søvnini fara eisini at taka onnur evni upp.

Náttúrugripasavnið,www.ngs.fo,bjóðar flokkum at vera við til:

  • flokskapping um at framleiða orku
  • roynd har tú sært veðurlagsbroytingar
  • uppgávur kring plantur og orkuframleiðslu
  • uppgávur kring hvítabjarnir og orku

Umframt serligu uppgávurnar um orku ber eisini til at vitja tær vanligu framsýningarnar og loysa uppgávur til hesar. Burturúr rúgvuni kunnu vit her nevna uppgávur um at merkja fugl, at fiska, at telja kóp og nýsu, at henta blómur og at kanna føroysku jarðfrøðina.

ÁListasavninum,www.art.fo, fáa skúlaflokkar høvi við støði í trimum listaverkum at viðgera evnið orka. Savnið hevur evnisuppgávur, sum flokkarnir kunnu gera saman við læraranum, tá ið teir eru komnir aftur í skúla.

Fornminnissavnið, www.fornminni.fo, bjóðar flokkunum at vera við til at:

  • rógva kapp
  • lyfta tung ting við talju og viga smátt og stórt
  • lýsa við lykt og ymiskum ljósi
  • sálda sand og finna gripir

Smáar serframsýningar eru um ymisk sløg av orku, eins og møguleiki er at loysa uppgávur til vanligu framsýningarnar.

Á Sjósavninum, www.sjosavn.net,verða uppgávur kring fiskar og orku umframt tær vanligu framsýningarnar við livandi fiskum, djórum og tilhoyrandi uppgávum. Eisini verður fiskibrunnur við livandi krabbum.

Neyðugt er at tekna seg

Søvnini hava opið frá kl. 9.00 til 16.00 allar dagar, og neyðugt er at tekna seg. Sjósavnið bjóðar skúlunum hálvan prís hesa vikuna, hini søvnini hava ókeypis atgongd. Hóskandi er at vitja tvey søvn sama dag. Tekning av luttøku verður send Landsmiðstøðini í seinasta lagi 30. september um teldu­post til lms@lms.fo. Í tekningini skal fylgjandi upplýsast:

  • navn á skúla
  • flokkur og næmingatal
  • kontaktpersónur og heimatelefon/fartelefon
  • hvørji søvn flokkurin ætlar at vitja og nær*

* Skúlar kunnu seta fram ynski um, nær tey vilja vitja søvnini, men fyrireikararnir tilskila sær rættin at skipa tíðirnar.

Kunning á Snar

Á www.snar.fo/savnsfagnadur verður kunnað um tiltakið. Nógv ymiskt og fjølbroytt tilfar verður savnað á Snar. Sumt tilfar er væl egnað til at fyrireika vitjanina. Annað tilfar er ætlað at arbeiða við eftir vitjanina – bæði í skúla og heima. Endamálið við Savnsfagnaðinum fyri skúlaflokkar er at draga søvnini meira inn í undirvísingina og at vísa á dygdargott tilfar til læring. Ætlanin er, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak á sama hátt, sum familjutiltakið í heystfrítíðini. Síðani 2002 hevur vitjanartalið verið javnt vaksandi til hetta tiltak. Søvnini bjóða eina læruríka uppliving.

Fyrireikararnir

Lagt út: Wenche Andreassen, ritstjóriá Snar