Skip to main content

Náttúra og tøkni

Tíðindi

Skúlakapping

08.06.2010

Í samband við at ST hevur lýst 2010 at vera altjóða ár fyri lívfrøðiligt margfeldi, fara vit at skipa fyri kappingum fyri næmingum í 1.-7. flokki, við tí endamáli at varpa ljós á lívfrøðiligt marfeldi.

Talan er um 2 sløg av kappingum: Ein fyri 1.-3. flokk og ein fyri 4.-7. flokk.

Báðar kappingarnar eru fyri heilar flokkar, soleiðis at skilja, at ein skúlastova kann einans senda eitt avrik til kappingina. Í heilt smáu bygdaskúlunum við fleiri árgangum í somu skúlastovu verður sostatt neyðugt at velja í hvørjum aldursbólki tey luttaka. Hettar eigur at gerast eftir meðalaldri.

Innkomnu verkini verða mett av eini dómsnevnd, ið er samansett av fakfólki innan náttúruvísind og list. Peningavinningar á 10.000 kr. verða lætnir til bestu verkini í hvørjum árgangi, tvs 7 vinningar í alt. Vinnandi verkini verða sýnd fram í sýnishølunum hjá Náttúrugripasavninnum á Savnsfagnaðinum umframt at øll verk verða víst á heimasíðunum hjá Náttúrugripasavninum www.ngs.fo og www.snar.fo.

Yngru næmingarnir (1.-3. flokkur)
Næmingarnir í 1.-3. flokki gera, hvør flokkur sær, eina samansetta mynd (kollasju) við yvirskriftini “Lívfrøðiligt margfeldi”. Støddin á verkinum skal vera A0 (1189 x 841 mm). Talgild mynd av verkinum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. sept.

Eldru næmingarnir (4.-7. flokkur)
Næmingarnir í 4.-7. flokki skulu, hvør flokkur sær, skriva eina frágreiðing um eitt sjávvalt øki (td. onkrastaðni í fjøruni, við tjørnina, á fjallatoppinum) og lýsa lívfrøðiliga margfeldið í hesum øki. Frágreiðingin skal vera 4-5 A4-síður til longdar íroknað myndir. Frágreiðingarnar skulu somuleiðis vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. sept.

Til lærararnar
Lívfrøðingafelagið heitir á lærararnar um at hjálpa til við at fáa kappingina í gongd, við at umrøða og viðgera evnið, møguliga hava evnisdagar og soleiðis vekja áhugan hjá næmingunum fyri lívfrøðiligum margfeldi. Eisini heitir felagið á tykkum um at fáa í lag at endaligu uppgávurnar verða sendar til okkum við telduposti.

Um lívfrøðiligt margfeldi
Lívfrøðiligt margfeldi merkir fjølbroytni viðvíkjandi livandi verum og tað vistfrøðiliga samspælið, ið tær eru ein partur av, t.e. fjølbroytni í vistskipanum, har plantur og dýr liva, fjølbroytni av plantu- og djórasløgum í vistskipanum og fjølbroytni av arvaeginleikum hjá teimum einstøku sløgunum.
    
Stutt sagt snýr lívfrøðiligt margfeldi seg um alt tað livandi fjølbroytni, ið náttúran rúmar. ST‐sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldi varð undirskrivaður av einum stórum parti av heimsins londum á Rio‐ráðstevnuni í 1992. Longu í juni 1993 høvdu 168 lond skrivað undir sáttmálan og nú í 2010 hava 192 lond undirskrivað sáttmálan ‐ harímillum Føroyar. Sáttmálin er íkomin orsaka av tí ampa heimssamfelagið hevur av niðurgongdini í lívfrøðiliga margfeldinum, ið er staðfest um allan heim.

Nógv verður gjørt fyri at varpa ljós á lívfrøðiliga margfeldið, bæði burturi og heima. Henda kapping hevur til endamáls at økja tilvitanina hjá undóminum um lívfrøðiliga margfeldið. Afturat framsýningunum er ætlanin at sýna verkini fram á internetinum, og á henda hátt bera boðskapurin út til almenningin. Neyðugt verður at samstarva um innsavnan av myndverkum og frágreiðingum. Vit vóna tit taka hetta tiltakið til tykkum og vilja taka lut í tiltakinum. Uttan tykkara hjálp verður ikki gjørligt at gjøgnumføra kappingina.

Gleða okkum at hoyra aftur frá tykkum

Vinarliga

William Simonsen williams@ngs.fo