Náttúra og tøkni
Tíðindi
Tekniski Skúlin við á umhvørvisvikuni

Verkætlanin snúði seg um at gera eina talvu, sum vísir á munin millum at nýta "spariperur" og vanligar perur og eisini at vísa á, hvussu nógv ein kann spara við at nýta spariperur heldur enn at nýta vanligar perur.
Talvan er sett upp sum eitt spæl við 14 lampum, har 7 av lampunum hava "spariperur" og hinar hava vanligar perur. Her ræður um at finna tær heitu perurnar og sløkkja tær innan 60 sek. eru farin. Hetta er lættari sagt enn gjørt, tí langur vegur er til røttu kontaktina. Ein skal fylgja leidningum fyri at finna røttu kontaktina - leidningarnir eru festir á talvuna sum ein "labyrint" ( Um rætta kontaktin verður sløkt fáast pluss-stig, annars fær ein minusstig.
Stigini og tíðin verður víst á einum rúti (displayi) ovast á talvuni.
Nú umhvørvisvikan er, er talvan sett upp í Reinsaríinum, har møguleiki er fyri at royna seg, tá opið er. Umframt Tekniska Skúlan sýna m.a p/f hiti og náttúruvísindadeildin fram á reinsarínum.
Skúlar hava møguleika at vitja millum kl 10.00 - 15.00. Tilmelding fer fram á www.torshavn.fo
Lagt út: Heini Nygaard