Skip to main content

Fjølmiðlar

Tíðindi

Dátueftirlitið skipar fyri plakatkapping fyri tannáringar

16.09.2009

Dátueftirlitið varpar ljós á eygleiðing og skipar í hesum sambandi fyri plakatkapping fyri tannáringar.

Evnið er eygleiðing í breiðum týdningi og kann millum annað vera um Eygleiðing við vakmyndatóli, Arbeiðsgevarin ella lærarin sneytar í tínum telduposti, Foreldur halda eyga við børnum o.s.fr.

Endamálið við plakatkappingini er bæði at kveikja áhugan millum ung fyri evninum eygleiðing og somuleiðis at finna eina plakat, sum frameftir kann vera ímyndin av tiltøkum, sum Dátueftirlitið skipar fyri í hesum sambandi.

Kappingarreglur
Ung frá 13 til 19 ár kunnu senda inn plakatir, sum á ein ella annan hátt ímynda eygleiðing. Luttakararnir hava listarligt frælsi til at vísa evnið fram. Plakatin kann sostatt bæði vera telduviðgjørd ella teknað við hond.

Plakatirnar skulu vera Dátueftirlitinum í hendi í seinasta lagi 16. oktober 2009. Navn, aldur, bústaður og nakrar reglur um plakatina skulu skrivast á pappír fyri seg, sum saman við plakatini skal sendast til Dátueftirlitið, Tinganes, Postrúm 300, 110 Tórshavn.

Ein dómsnevnd velur bestu plakatina millum øll innkomin uppskot. Vinnarin fær eina iPhone 3GS frá Føroya tele.

Les meira um treytir v.m til kappingina her

 

Lagt úr: Heini Nygaard