Fjølmiðlar
Tíðindi
Fjølbroytt myndasavn

Myndasavnið hjá KT-Deplinum hevur vevbústaðin www.skulin.fo/myndasavn, og er eisini at finna á www.snar.fo/myndasavn_kt_depilin.
Myndirnar eru ókeypis at brúka í undirvísingini. Á síðuni stendur soleiðis um rættin at brúka myndirnar.
- Savnið er ætlað til næmingar og lærarar í føroyskum skúlum.
Myndirnar eru latnar av myndatakarum við tí treyt, at tær einans verða brúktar til skúlabrúks.
Verða myndirnar brúktar á heimasíðu, skal navn á myndatakara vera tilskilað.
Myndirnar mugu undir ongum umstøðum brúkast til endamál við peningaligum vinningi fyri eyga.
Tøkniliga skipanin handan myndasavnið er gjørd soleiðis, at myndirnar kunnu vaksast nógv í stødd, og tað ger myndirnar sera væl egnaðar at brúka til temaarbeiði av ymsum slagi í skúlanum.
Fyrsta myndin var løgd út í myndasavnið 14. november 2003 og dag eru 3046 myndir í savninum. Ein leitiskipan ger, at tað er lætt at finna myndir í myndasavninum.
Skrivað hevur: Rói Joensen