Skip to main content

Fjølmiðlar

Tíðindi

Kapping um at gera sjónvarpslýsing

09.09.2009

Í sambandi við landsinnsavningina Føroyar móti krabba, sum verður í Norðurlandahúsinum og í Kringvarpi Føroya 31. oktober í ár, bjóðar Krabbameinsfelagið øllum 9. og 10. flokkum umframt miðnámsflokkum at taka lut í kappingini um at gera eina sjónvarpslýsing móti misnýtslu av solarium.

Lýsingin skal brúkast í arbeiðnum hjá Krabbameinsfelagnum at fyribyrgja misnýtslu av solarium millum ung, tí hetta er ein av orsøkunum til, at ung fólk fáa krabbamein. Á hvørjum ári fáa umleið 200 føroyingar staðfest krabbamein; helvtin vinnur dystin móti krabbanum. Ein Gallup kanning vísir, at annaðhvørt ungt fólk tekur sól regluliga, og talið av móðurmerkjakrabba er økt seinastu árini í Føroyum. Tí er umráðandi at gera vart við vandan av einari misnýtslu, men vit vilja sera fegin síggja og hoyra, hvat fyri tankar, tit ungu sjálvi gera tykkum um evnið. Endamálið er ikki at banna nýtslu av solarium, men at upplýsa um vandan av einari misnýtslu.

Tilmelding: í seinasta lagi 25. september (tá er gott, at tit hava eitt hugskot at arbeiða víðari við) Levering av lýsing: í seinasta lagi 20. oktober.

Vinnarin verður avdúkaður í sendingini Føroyar móti krabba 31. oktober. Vinnandi lýsingin verður sýnd beinleiðis í sendingini, og um møguligt, verða vinningarnir handaðir beinleiðis í sendingini úr Norðurlandahúsinum. Harumframt verður vinnandi uppskotið víst í Gevi Gætur í Kringvarpi Føroya hvørt mánakvøld í november.  Dómsnevndin tilskilar sær rætt til ikki at brúka nakað av innkomnu uppskotunum.

Høvuðsvinningin letur VILT Adventure (www.vilt.fo), og verður ein garrvillur dagur í Suðuroy fyri allan flokkin; úr rúgvuni av upplivingum kunnu nevnast ein túrur við Føroya skjótasta speedbáti, Scorpion, ymiskar adrenalin avbjóðingar t.d. síðing, team-building uppgávur, góðan mat. Virðið av vinninginum er 1.200 kr pr. næming. Annar vinningur er eitt gávukort frá SMS til hvønn næming í klassanum áljóðandi kr. 500. Harumframt eru vinningar frá Bowlinghøllini í Leirvík og Want2Bowl í Tórshavn.

Innkomnu lýsingarnar verða mettar av einari dómsnevnd mannað við umboðum frá Klippfisk, lýsingarfyritøku og so teimum trimum fyriskiparunum; Krabbameinsfelagið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið. Dómsnevndin tekur støðu til hugskotið og harumframt, hvussu hugskotið er útført.

Teknisk krøv: Lýsingin skal vera millum 30 og 60 sekund longLýsingin skal kunna vísast í sjónvarpinum, og myndaformatið má tí vera í tráð við tað, ið Kringvarp Føroya brúkar: tit skulu velja formatið PAL, um tað er tilgeingiligt. Ella t.d. DV PAL. Ljóðið skal vera 44.1 ella 48 kHz.

Upptøkur/Útgerð: Til ber at læna útgerð frá filmsverkstaðnum Klippfisk, og Klippfisk kann eisini ráðgeva tykkum, um tit hava spurningar. Men tað ber eisini til at gera upptøkur við fartelefonini ella onkrum upptøkutóli, ið tit eiga heima við hús, men um tit velja hesa loysnina mugu tit gera tykkum greitt, at endaliga formatið má vera í tráð við teknisku krøvini nevnd omanfyri.

Tilmelding (í seinasta lagi 25. september)

Tilmelding fer fram við at senda teldupost ella bræv til:

Norðurlandahúsið,
stílað til Urd Johannesen
P.O.Box 1260, FO-110 Tórshavn,
Teldupost: urd@nlh.fo
Telefon: 223010
www.nlh.fo 

Tilmeldingin skal innihalda:
Navn á klassa:
Navn á skúla:
Tal av næmingum:
Navn á lærara/og kontaktpersóni:
Teldupost og telefon hjá lærara/og kontaktpersóni
Ein stutt lýsing av hugskotinum
Tíðarætlan: nær ætla tit at arbeiða við søgugongd, gera upptøkur, klippa og redigera?
Hava tit brúk fyri útgerð frá Klippfisk?
Hava tit brúk fyri at klippa og redigera í Klippfisk verkstaðnum?

Klippfisk
J. H. Schrøtersgøta 5,
100 Tórshavn,
Telefon: +298 302325,
Fartelefon: +298 222325,
Teldupostur: klippfisk@klippfisk.fowww.klippfisk.fo

 GÓÐ RÁÐ:

 Hugskot:Huskotini hava onga avmarkingar og tit kunnu arbeiða frítt við hugskotum innan allar genrur; tey kunnu bæði verða stuttlig, ræðandi, vemmilig, løgin, cool, komiskt, og alt í senn. Tit kunnu byrja við at seta tykkum spurningin: “hvat fær okkum at roykja og/ella taka sól”, er tað tí, at tað er cool ella tí øll hini ella mínir bestu vinir gera tað. Hugsið kanska víðari “hvat hevði fingið okkum at latið vera við at roykja og/ella taka sól”? Hareftir kunnu tit hugsa um, hvussu tit fáa henda boðskapin út til onnur í tykkara aldri? Er tað við at ræða tey, ella gera lýsingina komiska og stuttliga, snediga, ella ræðandi stuttliga? Viðhvørt er besta hugskotið eitt, ið yvirraskar og vísir nakað, ið ein als ikki hevði roknað við. Tit kunnu eisini googla ella leita úti á Youtube fyri at fáa íblástur. Ella hugsa um eina lýsing, sum tit halda vera góða og hugsa um, hví hon er góð. 

Søgugongd: Tað hevur stóran týdning fyri úrslitið, at tit gera tykkum ómak og brúka tíð uppá søgugongdina. Søgugongdin er ein røð av myndum og orðum, ið vísa, hvussu lýsingin skal síggja út; søgugongdin lýsir, hvat hvør sigur og nær, hvussu umstøðurnar síggja út, hvat fyri rekvisittir skulu brúkast, hvat fyri vinkul upptøkutólið hevur, hvussu langt upptøkubrotið er o.s.fr. Ein lýsing nýtist ikki at innihalda livandi fólk, hon kann eisini verða ein teknifilmur, ella lata figurar, (dukkur o.s.fr.), lutir, súmbolir o.a., siga søguna. Eisini her kann Klippfisk ráðgeva tykkum. 

Góð ráð: Gevi tykkum góðar stundir at arbeiða við hugskotinum og søgugongdini í lýsingini. Harvið umganga tit, at sjálvar upptøkurnar verða ov drúgvar. Eru upptøkurnar ov nógvar og langar darvar tað klipp og redigering av lýsingini.

So skjótt sum tilmeldingarnar eru komnar, verður ein tíðarætlan gjørd fyri tey, ið ynskja at læna útgerð og/ella klippa og redigera á Klippfisk filmsverkstaðnum. Tí verður biðið um, at tit gera vart við hetta, tá ið tit melda tykkum til.

Við vón um góða undirtøku,  

Urd Johannesen, Norðurlandahúsið
samskipari av innsavningini.

 Lagt út: Sigfríður Abrahamsen, ritstj.