Fjølmiðlar
Tíðindi
Nóllywood - filmssummarskúli fyri framhaldsdeildirnar

14.05.2010
Á myndini: Maria Winther Olsen, sum saman við Klippfisk hevur tikið stig til skúlan. Myndin er frá www.klippfisk.fo
Ert tú millum 13 og 17 ára gomul/gamal og hevur brennandi hug til at gera film, so er tað tær, vit leita eftir:
Saman við 11 øðrum ungum sleppur tú í sjey dagar at gera ein stuttfilm - frá hugskoti til lidnan film - framleiddur undir kønari vegleiðing av vandum, ungum filmsfólkum.
- Nær: 12. til 18. juli 2010
- Hvar: Í Nólsoy
- Hvør: 12 ung í aldrinum 13 til 17 ár
- Undirvísarar: Fýra fólk frá Klippfisk og Blanka
- Kostnaður: 2.000 kr. fyri hvønn, íroknað ferðing, mat, bústað, tilfar, undirvísing - ja, alt
- Tilmelding: Innan 1. juni - tú meldar til á www.klippfisk.fo/nollywood
Lagt út: Sigfríður Abrahamsen, ritstj.