Fjølmiðlar
Tíðindi
Stuttfilmur til skúlabrúks

Uppgávur og sjálvur filmurin, sum varar 9 minuttir, síggjast á serligu filmssíðuni á Snar. Hepnast ætlanin væl, so verður hetta hin fyrsti av fleiri føroyskum stuttfilmum til skúlabrúks.
Birgir Kruse hevur gjørt uppgávur til stuttfilmin, sum Sakaris gjørdi á norskum filmskúla. Eisini er ein samrøða við leikstjóran, ið greiðir frá um tema í filminum, sum vann virðisløn á altjóða filmstevnu í Reykjavík í fjør.
Í uppgávunum verður nomið við almenn frásøgusnildi í filmi og víst verður til spælifilmar, har somu viðurskifti kunnu eygleiðast og viðgerast nærri.
Á filmsíðuni ber eisini til at lesa í ávegis handritum, sum leikstjórin hevur skrivað á norska skúlanum. Á henda hátt fáa vit innlit í hvussu evnið búnast og skiftir til endaliga filmin, sum nú kann brúkast í skúlanum.